- Dráttur vann leygardagin 3-0 á ÍF í meistaradeildini hjá kvinnum og er harvið framvegis beinleiðis á veg móti meistarheitinum saman við Mjølni.
- 5 føroyingar leika í bestu donsku flogbóltsdeilini - Elitedivisionen. Tær eru Annika Joensen, Alvilda Ólavsdóttir og Hjørdis Mortensen, sum leika við Frederikberg Volley, sum millum fleiri hevur Atlantic Airways sum stuðul. Hinir báðir leikararnir eru Juanna S. Joensen, sum leikar við ASV og Gudrid Nolsoe, sum leikar við Fortuna Odense.
- Frederiksberg Volley, við 3 føroyskum gentum, er komið víðari til endaspælið í donsku flogbóltskappingini. Sunnudagin leiktu tær fyrsta dystin í endaumfarinum um danska meistaraheiti móti Hvidovre. Frederiksberg vann 3-0 vid settúrslitinum
25-17, 25-23 og 25-19. Burtursæð frá endanum av 2. settinum, var ongantíð ivi um, at Frederiksberg var betra liðið. Á liðnum hjá Frederiksberg spæla landslidsleikararnir Alvilda Ólavsdóttir, Hjørdis Mortensen og Annika Joensen.
- A-landsli_ini í flogbólti fara nú so smátt at leggja lunnar undir venjingina til komandi Oyggjaleikir, sum verða á Isle of Man í døgunum 4. ? 10. juli. Á seinastu leikunum, sum vóru á Gotlandi, vunnu kvinnunar gull og manslandsliðið bronsu.