Tað fer nógv fram á okkara gastronomiska palli í løtuni, og tað er nærliggjandi, at tað nú er heystið sum setur dagsskránna á okkara matstovum.
Væleydnaðu Føroya Banka kvøldini Heima í Havn eru júst farin afturum, og á KC fer ein av okkara bestu kokkum, Janus Einar, 24. - 25. oktober at hava tvey forvitnislig kvøld, har alt tilfarið er føroyskt og stutt flutt.
Vert er at nevna samstarvið millum KVINNU og IRF um at gagnnyta avroðini og soleiðis at alt okkara føroyska verður miðdepulin í kreativari gastronomi - vónandi fer okkara matstovuvinna skjótt at skriva eitt FØROYSKT MANIFEST líkt víðagitna Norrøna Manifestium har okkara Leif sørensen var við í.