Stynja undir okursprísum


?Tað er blivið heilt galið hjá føroyska fiskiflotanum og nú umhugsa reiðarar aftur at biðja landskassan um studning

Tann høgi oljuprísurin er blivin ein álvarsligur trupulleiki hjá føroysku fiskivinnuni. Trupulleikin er so álvarsligur, at reiðararnir nú umhugsa at biðja landskassan um hjálp.

Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, sigur, at teir eru farnir at viðgerða spurningin um at biðja um hjálp úr landskassanum.

Málið er ikki endaliga viðgjørdur enn, men hann skal nú umrøðast í teimum ymsu skipabólkunum.

Formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at útreiðslurnar hjá føroyska fiskiflotanum til olju, er meiri enn tvífaldaður hetta seinasta árið.

? Útreiðslurnar hjá flotanum til olju eru nú blivnar 150 milliónir hægri um árið, enn tær vóru fyri minni enn einum ári síðani og hetta er meiri enn skipini orka at bera.

?Hetta seinasta árið er oljuprísurin hækkaður 150% og tað sigur seg sjálvt, at tað kemur vinnuni í álvarsamar trupulleikar. Hóast tey seinastu árini hava verið góð, ger hendan príshækkingin, at ein stórur partur av yvirskototinum hjá fleiri skipabólkum verður etin upp av eyka útreiðslum til olju, og tað tolir vinnan ikki. Tilsamans brúka føroysk skip um 100.000 kubikkmetrar av olju um árið, so talan er um eina rættiliga umfatandi útreiðslu.


Oljustudning í gildi aftur

Jákup Sólstein sigur, at beinleiðis stuðul úr landskassanum er einasti møguleiki hjá skipunum at fáa hjálp til oljuna, tí oljuprísurin til skipini er frammanundan fullkomiliga reinsaður fyri avgjøld til landskassan og hann er eisini mvg-fríur.

? Tí ber tað ikki til at heita á landskassan um at lækka avgjøld fyri at lætta um hjá skipunum. Tað er heldur ongin loysn at bunkra olju í øðrum londum, tí til skip oljan í Føroyum fult so bílig, sum aðrastaðni.

?Skal nakar møguleiki tí vera at fáa ein lætta, er einasti máti at fáa hjálp frá tí almenna og at fáa stuðul úr landskassanum til olju, sigur Jákup Sólstein.

Við tí fyrivarni, at umsóknin til landsstýrið um stuðul, ikki er liðugt viðgjørd í reiðarafelagnum enn, sigur Jákup Sólstein, at fyribils heldur hann, at einfaldasti mátin er at landsstýrið setir oljustudningin í gildið aftur.

? Skipini fingu oljustudning fyrr, og lættasti mátin er at seta hann í gildið aftur, so at skipini fáa ávísan stuðul úr landskassanum fyri hvønn litur av olju, tey brúka.

? Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógva olju, tey ymisku skipini brúka, men serliga rakar tann høgi oljuprísurin trolararnar, eitt nú rækjutrolararnar, djúpvatnstrolararnar og skipini, sum fiska uppsjóvarfisk, serliga meint, tí tey brúka so nógva olju.

? Men ein skipan, har skipini fáa oljustuðul fyri liturin er rættast at seta í verk, tí tá fara tey skipini, sum brúka mest í olju, eisini at fáa mest í studningi, sigur Jákup Sólstein.

Hann veit væl, at stuðulsskipanir eru ímóti politiska rákinum, men hann heldur kortini, at oljustudningur eigur at verða settur í verk.

?Vit eru í eini undantaksstøðu, akkurát sum tá ið oljukreppurnar vóru í sínari tíð og tá fingu skipini oljustudning. Og støðan nú er heilt álvarsom hjá pørtum av flotanum, sigur formaðurin í reiðarafelagnum