Styrkin við FMF er seljarar og keyparar

Tað nyttar so lítið hjá reiðaríum og sølufeløgum at bjóða upsa út á fiskamarknaðinum, tá ið teir frammanundan hava mettað marknaðin

Marknaður

Gamalt orðafelli sigur, at tá ið "krubban er tóm, bítast hestarnir". Sama kann sigast, tá ið krubban er ov full; tá er ikki ókent, at ymisku liðirnir í vinnuni kunnu "sparka" eftir hvørjum øðrum.
Skipini fáa nógvan upsa, og á virkjunum verður roynt at arbeiða undan.
Stórt útboð, merkir vanliga lækkandi prísir, og soleiðis er eisini við upsaprísinum, sum er fallin seinastu tíðina.
Onkur sparkar eftir Fiskimálaráðnum, tí teir ikki  eins og teir gjørdu fyri einum ári síðan  loyva innfrysting av smáum upsa, sum kann taka ringasta trýstið.
Onkur annar heldur, at marknaðurin má ráða sær. Tað gevur kanska bíligari rávøru.
Reiðaríir og sølufeløg royna í sínum lagi at fáa mest møguligt fyri fiskin, og á Fiskamarknaði Føroya royna tey eisini at gera sítt besta.
Skipaeigarar og fiskimenn fýlast á, at upsin ikki hevur betri prís á Fiskamarknaðinum, og á Fiskamarknaðinum hava tey tann trupulleika, at teir, sum eiga/ selja fiskin, fyrst "metta" virkini, áðrenn teir bjóða tað, sum tá er eftir, til sølu á marknaðinum.
Tað hongur ikki saman.
Styrkin við FMF er seljarar og keyparar, og tað nyttar so lítið hjá reiðaríum og sølufeløgum at bjóða upsa út á fiskamarknaðinum, tá ið teir frammanundan hava mettað marknaðin.