Styrkja fíggjarliga eftirlitið við kommunustýrislógina

Løgmaður umhugsar at søkja um umleið 250.000 kr. í eykajáttan til at styrkja fíggjarliga eftirlitið í sambandi við nýggju kommunustýrislógina, sum liggur í Løgtinginum til viðgerðar og arbeiðið við nýggjum kommunubygnaði, sigur Anfinn Kallsberg í svari

ÓLAVUR Í BEITI


Tað var Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, sum bað Anfinn Kallsberg geva eina meting av samlaðu nýtsluni, innan § 2 á fíggjarlógini (Løgmansfyrisiting v.m.) fyri ár 2000, á øllum konti, har mett verður at játtanin ikki kemur at halda. Og um løgmaður ikki metir, at játtanir koma at halda, hvørji stig ætlar hann so at taka fyri at tryggja, at hesar halda? spurdi Jóannes Eidesgaard.

Í svarinum, sigur Anfinn Kallsberg, at væntandi verður tørvur á eini meirjáttan til umboðan uppá umleið 300.000 kr. orsakað av drotningavitjan. Harumframt ætlar løgmaður at søkja um umleið 400.000 kr. í eykajáttan til framhaldandi hernaðarkanningar

Og viðvíkjandi viðskiftastovuni í Keypmannahavn, upplýsur Anfinn Kallsberg, at møguliga verður tørvur á eykajáttan, orsakað av, at leigararnir á Viðskiftastovuni í Keypmannahavn hava sagt leigumál teirra upp.


Nýggjur landsstýrismaður

Viðvíkjandi arbeiðinum av nýggjum kommunubygnaði, sigur Anfinn Kallsberg, at tørvur verður á at gera eina útreiðsluneutrala flyting uppá umleið 50.000 kr. frá rakstri til lønir. Harumframt umhugsar løgmaður at søkja um umleið 250.000 kr. í eykajáttan til at styrkja fíggjarliga eftirlitið í sambandi við nýggju kommunustýrislógina, sum liggur í Løgtinginum til viðgerðar og arbeiðið við nýggjum kommunubygnaði.

Og verður verður nýggjur landsstýrismaður tilnevndur innan 1.9.2000,verður talan um øktar útreiðslur uppá umleið 50.000 kr. um mánaðin til samsýning v.m. í tíðini frá tilnevningardegnum til 1.10.2000.

Til seinna spurningin, sigur Anfinn Kallsberg, at vísir tað seg, at játtanir á ávísum høvuðskonti ikki fara at halda, verður løgmaður fyrst atkanna, um til ber at tillaga virksemið ella finna sparingar á hesum økjum til tess at halda játtanina. ? Um hetta ikki verður hildið at bera til, verður uppskot um eykajáttan lagt fyri tingið, sum í mest møguligan mun er útreiðsluneutral, sigur løgmaður m.a. í svarinum.