Lønin hækkar, arbeiðstíð verður stytt, og partarnir eru sinnaðir at gera eina skipan, sum kann loysa ósemjur skjótari enn áður.
Tað eru nøkur at týdningarmestu pørtunum av nýggja sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, sum kom í gildi í gjár.
Lønin hækkar 2,9 prosent 1. oktober í ár, og aftur við 2,9 prosentum 1. oktober næsta ár. Eftirlønin verður 9 % og hækkar við einum prosenti um eitt ár.
Ein av stóru broytingunum í sáttmálanum er, at arbeiðstíðin minkar við trimum tímum um vikuna. Arbeiðsvikan verður ikki longur 42 tímar, men 39 tímar, og matarsteðgurin verður hálvan tíma um dagin.
Eina fríviku afturat
Umframt styttri arbeiðsviku hevur Starvsmannafelagið nú samrátt seg til sættu frívikuna fyri sínar limir. Hendan vikan verður ikki partur av summarfrítíðini, men ein serlig frívika.
Sáttmálafrídagarnir falla burtur frá 1. januar, men nú kunnu starvsfólk vinna sær eina fríviku eyka. Avtalan er gjørd soleiðis, at fólk, sum ikki vilja hava frídagarnar, kunnu fáa teir útgoldnar ístaðin.
Skjótari loysnir
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið umrøddu eina broytta skipan fyri at loysa ósemjur millum partnar, og ætlanin er at gera ein serstaka avtalu um hetta áðrenn árslok.
Partarnir vilja dagføra ásetingarnar um semjing, finna aðrir trætuloysnir og hava ein skjótari gerðarrætt, sum eisini kann taka støðu til sáttmálabrot.
Í nýggja sáttmálanum er eisini gjørd semja um førleikamenning, so at starvsfólkini áhaldandi kunnu menna sínar førleikar.
Fegin um semju
Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, er væl nøgdur við nýggja sáttmálan.
? Nógv er komið burtur úr, og eg fegnist stórliga um stóra og góða úrslitið, sigur hann.
Hann heldur, at semjan um at gera ein meira munadyggan semingsstovn er stórt stig rætta vegin.
? Endar hetta við semjuni, ið tað er lagt upp til, hava báðir partar víst seg at liva upp til ábyrgdina, teir hava á arbeiðsmarknaðinum og í samfelagnum sum heild, sigur Karsten Hansen.
Myndatekstur:
Nú er nýggjur sáttmáli gjørdur millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, og hesaferð kom tað ikki í nánd av verkfalli