Fýramannafarið, Sildin, mannað við Jónsveini Mikkelsen, fyrrverandi lærara á Toftum, fer aftur í ár at luttaka í kappsiglingini á Skálafirði.
Jónsvein er garvaður siglari. Á dreingja- og ungdómsárum sigldi hann rættiliga nógv, og síðani hann fór frá sum lærari, hevur siglingin aftur vundið upp á seg.
- Eitt er kapping. Hon er stuttlig, og vit vera allir sum stórir smádreingir, tá ið seglini verða sett undir kapping og eingin vil geva út í skeytið. Men tað, sum heldur huginum uppi, er kortini vælsignaði friðurin. Her er eingin motorur, sum forstýrar tað heila. Tú hevur beinleiðis samband við náttúruna, tá ið tú siglir, sigur Jónsvein.
Lágan kjøl, men stórt segl
Allir føroyskir bátar, ið sigla, hava sínar serligu fyrimunir og vansar. Sildin hjá Jónsveini er sambært eigaran tryggur og serliga góður í undanvindi
- Men hann hevur so lágan kjøl, og tískil er hann ikki serliga væl kjølfestur,og tískil er avdriftin eisini størri. Hann hevur hug at fara nakað nógv eftir liðini undir síðusigling, greiðir Jónsvein frá.
Báturin hjá Jónsveini er útgjørdur við rásegli, sum er í størra lagi. Passalig stødd til slíkan bát hevði verið um hálvanfimta fermetur, men hugurin at vinna er somikið stórur, at Jónsvein hevur fingið sær segl, ið er tveir fermetrar størri. Dótturin hevur seymað.
Óstøðuga Sildin
Lions Club Eysturoy eigur lívið í siglingini, sambært Jónsvein Mikkelsen.
- Tað er teimum at takka fyri, at so nógvir menn eru áhugaðir í sigling, sum tók seg upp, tá ið byrjað var í 1972, sigur hann.
Annars er tað áhugafelagið, Seglið, ið nú samskipar kappsiglingarnar kring landið.
Væntandi vera einir 35 bátar við í kappingini sunnudagin. Hvussu leikur fer, veit Jónsvein einki um. Sildin hevur roynst sera ymiskt. Hon er komin darlandi aftast onkuntíð, men besta úrslitið hevur verið eitt triðja pláss.
- Verður stilt í veðrinum, hava vit góðan kjans sunnudagin, staðfestir Jónsvein at enda.
------------------------
Kunning um kappingina
Startað verður sunnudagin klokkan 15, stundisliga.
Ein tíma undan starti, eisini stundisliga, skal umboð fyri hvønn bátin møta upp á keiøkinum til kunningar og at fáa nummar, luttakaralista og kort við siglingarleiðini útflýggja.
Gjaldið áðrenn
Luttøkugjaldið er 50 krónur fyri Eystanstevnu og 100 krónur fyri allar tríggjar siglingarnar í ár (hinar báðar vera á Kollafirði og Hvítanesi). Goldið verður á konto hjá áhugafelagnum, Seglinum, í Føroya Banka ella í Føroya Sparikassa áðrenn fyrstu sigling.
Ein lítil faldari við ymiskum upplýsingum verður gjørdur og latin luttakarum og áskoðarum, so at fólk betur fáa fylgt við kappsiglingunum.
Bjargingarvest ella flótibúna
Eins og undanfarin ár verða stig givin. Bátur nr. 1 fær so nógv stig, sum tað eru startandi bátar. Nr. 2 fær so eitt stig minni, o.s.v. Teir bátar, sum ikki koma um mállinjuna fáa einki stig. Tann bátur, ið fær flest stig á teimum trimum stevnunum, verður føroysmeistari
Á sjónum verður ein høvuðsdómari, sum er startdómari og hevur ábyrgdina av sjálvari siglingini. Hann skjýtur eisini, tá ið bátarnir koma á mál.
Ein høvuðsregla er, at startað verður ikki fyrr enn øll eru í bjargingarvesti ella flótibúna. Tað hevur víst seg, at oftast er tað í startinum, at siglarar eru óansnir og kanska kollsigla.
Hugnaløta
Á landi hevur máldómarin ábyrgdina av at staðfesta raðfylgjuna av bátunum, sum koma um málstrikuna. Hann tekur móti numrunum, sum bátarnir lata inn beint eftir siglingina, og hann mátar eisini seglini upp hjá teimum trimum fremstu bátunum. Seglið skal ikki vera omanfyri 6,5 fermetrar.
Vanligt er at hava eina lítla hugnaløtu beint aftaná siglingina, har vinningarnir verða handaðir, og luttakararnir fáa ein kaffimunn og pannukøkur. Eisini verður okkurt smávegis burturlutað fyri at fáa til vega pening til lýsingar og annað.
(Kelda: Áhugafelagið Seglið)lkini, sum eru uppvaksin og hava røtur her dáma tað ikki. Men tilflytararnir leggja ikki so nógv í tað, sigur hann.
Glyvramaður, saltangarámaður ella runavíkingur?
Teir hava í hvussu so er tann fyrimun, at teir bæði kunnu kalla seg bygdarfólk og býarfólk.
-Í Runavíkar kommunu búgva 2400 fólk og tað er nóg stórt at vera ein býur. Men hvør sær eru tær tríggjar størstu bygdirnar í kommununi Glyvrar, Saltangará ella Runavík ikki nóg stórar til at bera býarheiti. Í Saltangará, búgva ikki meira enn eini 800 fólk, sigur Niels Jacob Nielsen.