Økismenning
? Suðuroy hevur brúk fyri andahjálp og tað má vera beinanvegin.
Tað heldur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Bróðurpartin av teimum fólkum, sum eru arbeiðsleys í Suðuroy, eru júst limir í Føroya Arbeiðarafelag og vit hava spurt forkvinnuna í felagnum, hvat hon heldur um tey 10 punktini í Suðuroyarætlanini, sum landsstýrið legði fram herfyri.
? Tað er nógv gott í ætlanini og har eru nógv góð hugskot í, sum kunnu bøta um støðuna.
Men Ingeborg Vinther staðfestir, at tað, sum tað er mest brúk fyri í Suðuroy er, at skapa arbeiðspláss til tímalønt verkafólk, sum hava mist arbeiðið.
Og tað má verða beinanvegin.
Men júst hesin týðandi tátturin er ikki so sjónligur í suðuroyarætlanini hjá landsstýrinum.
?Eg haldi at suðuroyarætlanin hevur ov fá boð uppá, hvussu arbeiðspláss kunnu skapast til tímalønt beinanvegin.
Hava brúk fyri andahjálp
Samstundis ásannar Ingeborg Vinther, at helst eisini er trot á váðafúsum pengum í Suðuroy.
Og í hesum sambandi má landsstýrið hjálpa til, tí tað slepst ikki undan, at Suðuroy hevur brúk fyri andahjálp.
Sostatt dugir hon ikki at skilja, hví landsstýrið ikki vil seta á stovn ein Suðuroyargrunn, sum kann seta pening í vinnulív í Suðuroy.
Hon sigur, at landið hevur fyrr gjørt serligar grunnar, tá ið kreppur hava verið í ávísum økjum í landinum.
Hon vísir til Føroyagrunnin, sum hevur havt stóran týdning fyri vinnulívið í Norðoyggjum og hon vísir eisini til Sandoyarætlanina, sum setti lív aftur í Sandoynna eftir kreppuna í nítiárunum.
Hon ásannar eisini, at hon hevur ikki serliga stórt álit á, at Fiskavirking fer at lata stóra flakavirkið í Vági uppaftur.
? Tað hava vit hoyrt so ofta at eg trúgvi tí ikki, fyrrenn fólkið er farið til arbeiðis.
Hinvegin vísur Ingeborg Vinther á, at tey arbeiðsplássini, sum Fiskavirking ætlar at skapa á flakavirkinum í Vági, eru eini 35-40 í tali. Men um somu tíð fara eisini eini 40 fólk at missa arbeiðið á laksavirkinum hjá Faroe Farming í Vági, tí nú eru tey skjótt liðug at taka laks.
? Sostatt eru tey 35-40 arbeiðsplássini, sum Fiskavirking ætlar at skapa á flakavirkinum í Vági, bara ein dropi í havinum, serliga tá ið vit eisini hugsa um, hvussu stórt arbeiðsloysið er.
? Arbeiðið má skapast í Suðuroynni alt fyri eitt, so at fráflytingin ikki av álvara fer at taka
dik á seg, tí Suðuroyggin tolir ikki hesa stóru fráflytingina.
Men Ingeborg Vinther leggur dent á, at tað er ikki nóg mikið at skriva eina Suðuroyarætlan niður á pappír.
? Landsstýrið má eisini vísa í verki, at tað er álvari í tí, sum skrivað stendur. Orð eru ikki nóg mikið, tað skulu eisini ítøkilig stig takast, tí nú má eisini nakað henda.
Men sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, heldur Ingeborg Vinther eisini, at suðuroyingar mugu standa saman um ein maður og hon heldur at tað var spell, at Vágs Býráð ikki vildi tosa við landsstýrið um skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági.