Suðuroyarkabarettin 2019: Ein brak, eitt show – eitt must!

Suðuroyar Sjónleikarafelag sá dagsins ljós, tá SALT gjørdist mentanarhús og ein veruleiki á Drelnesi. Og sigast má, at tey sóu dagsins ljós, - ella veruliga sóu ljósið!

Úr ongum spratt  fyrsta Suðuroyarkabarettin, og síðani sera stóra, og sera flotta, uppsetingin av  leikinum Klintrimús.

Og nú eru tey aftur; hesaferð við Suðuroyarkabarettini 2019. Og tey gera tað enn einaferð; seta fulla ferð á, og blása alt og øll um koll.

Gott hevur tað sanniliga verið, men hesaferð er munurin, at meria ferð er á, sýningin stílrein. Onki óneyðugt hóvastak á pallinum. Tónleikurin er eitt nú ABBA og Queen, og so sera væl verður sunigið og spælt, at frálíka hølið og útgerðin veruliga fáa prógva sín tilverurætt.

Tey kendu, politikarar, tey, ið hava stungið nøsina eitt sindur fram, fáa sítt. Men skemtið er bæði lokalt, meira breitt og kanska globalt. Eittnú støðan í bingohølinum, har øll kenna hvønn annnan. Hin grábeinti sleppur á pall, og sjálvsagt er almenni stovnurin SSL ein upplagdur viðleikari.

Fyrr hevur verið sagt, at leikararnir til tíðir spæla, sum høvdu tey ikki gjørt annað. Og hetta verður bert staðfest, og sligið fast við størri naglum, nú kabarettin fyri 2019 er á palli. Har eru tey, sum ein væntar eru stuttlig. Men so eru tað tey, sum hava tikið størri byrðar hesaferð, - og tey takka fyri álitið, og koyra tað allan vegin heim, bæði innan sang og leik.

Tá tað so snýr seg um sangin og tónleikin, so er lítið annað at gera, enn at geva UG. ABBA løgini svinga og skapa frálíkt huglag. Og tá so væl er yrkt, at eitt nú sangurin SOS verður til SSL, so verður tað ikki betri.

Og her eru eisni góðar kreftir, ið bera hesum uppi. Manning úr Asyllex og Hamferð sygir fyri, at tónleikurin er frálíkur, og á sangsíðuni er eittnú ein góð og roynd sangarinna, Jonhild Andreasen, ið ger, at onki er at finnast at, tað riggar bara, og ein kennir seg tryggan.

Sera væl riggar eisini, at sangarinnurnar eru í klæðum, ið minna okkum á ABBA. Og heilt væl riggar, at guitarleikarin er tráðleysur, og kann fara á pallin uttan hóvasták, og vera viðleikari og mittpunkt.

Í fyrsta lagnum, eitt rocklag, var stundum trupult at fáa øll orðini við, men kanska var tað bert ein trupulleiki, ið verður rættaður til komandi sýningar, ið óivað verða nógvar.

Suðuroyarkabarettin 2019 eigur at fáa øll at detta fleiri fet aftur eftir hæli. Eiit brak, eitt veruligt show, og eitt must!!

Leikstjórin, Jákup Veyhe, hevur sett síni fingramerki á, og tað er sjálvsagt við hepnari hond, at hann einfalt hevur skapt og nýtt margfeldni, ið brúsar út um pallkantin, so ongin sleppur undan at flóta við hesi flóðalduni av dugnaskapi, list og skemti, sum tilsamans skapa eitt orð, ið ringt er at finna á føroyskum, men sum onnur kalla eitt show.

##med2##

Leikarar:

Gundur Johansen, Rói Einarsson, Arne Johansen, Jonhild Andreasen, Diana Heinesen, Jóanis Lisberg, Heidi Kjærbo, Birita Johansen, Max Rasmussen, Sunrid Olsen, Anita Hermansen, Mariann Johansen.

Tónleikarar;

Hans Hammer, Bogi Petersen, Finnur Nielsen, Esmar Joensen.

Ljóssniðgevi er Súni Joensen og ljóðmaður Kartni Fornagarð. Ljósmenn eru Tóri D. Poulsen og Heri Sigurdson. Umframt er hópur av hjálparfólki, ið gera hetta stóra tiltak til eina eind, ið verd er at uppliva.

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##