Svenning Borg
Vágur
????????????????????
At Suðuroyggin er illani fyri og serliga sunnara helvt av Suðuroynni er vist øllum greitt. Flakavirkið í Vági, sum var eitt tað mest framkomna í vesturheiminum, tá ið tað bleiv stongt, hevur ligið mest sum stilt í hesi tólv árini,síðan kreppan var.
Politikarnir stongdu tað, men fyri at fáa flakavirkið aftur at koyra, mugu politikkarnir eisini taka neyðug stig,til at tað letur upp aftur. Fiskavirking eigur at av-takast, tað var jú meiningin, at Fiskavirking bert skuldi vera til í eini trý til fýra ár, men sum ikki einaferð, so sviku politikkarnir.
Nú sæst í bløðunum,at samgongan er samd um, at Fiskavirking skal seljast samlað, altso øll virkini undir einum, um eini trý til fimm ár. Hvussu nógv flakavirkisfólk heldur samgongan eru eftir tá her suðuri hjá okkum?
Skulu tey veruliga bíða í fimm ár eftir at sleppa til arbeiðis.
Meina tykur í samgonguni, at henda støðan skal halda áfram í eini trý til fimm ár, at flakavirkið skal liggja virkisleyst í fimm ár til, tá eru tykur líka hugsjónarleysur sum undanfarna samgonga.
Flakavirkið eigur at blíva selt til áhugaðar vinnulívsmenn her á staðnum fyri ein prís, sum virkið kann forrenta, annað kann ikki koma uppá tal,fyrst tá verður arbeiði aftur á virkinum. Øll flakavirkini í Fiskavirking skuldu verði seld hvørt sær, til áhugaðar á staðnum,har íð tey liggja, fyri ein prís,sum virkini kunnu liva við.
Sølan av Fiskavirking átti ikki at snúð seg um, hvussu nógv í landskassin kann fáa burturúr at selja Fiskavirking,men heldur um, hvar í virkini gjørdu mest nyttu og góðu mest til tað øki, har í tey liggja.
Havi ofta ímyndað mær ,tann aktivitet,sum hevði verið í Suðuroynni,um til dømis fíggjarmálastýrið lá í Suðuroynni, 30-35 mill.kr. útgoldnar í lønum, hvat umsetning og trivna, íð tað hevði skapt, eitt umfar av pengum í oynni, sum hevði havt eina nógv størri vælferð, men men, her hava politikkarirnir so dyggiliga svikið, bæði lands og kommunalpolitikkarnir, her er ongi arbeiðspláss innan umsiting.
Johan Dahl skrivar í bløðunum um, at Suðuroyggin eigur at gerast eitt kraftsentur, eri púra samdur, saman við hinum samgongulimunum úr Suðuroynni kann Johan byrja hettar við at virka fyri,at komandi granskingarpark verður bygd í Suðuroynni.