Suðuroyingar Í Havn

Leygardagin skipar ein 7. flokkur í Vági fyri áhugaverdum marknaðardegi í Losjuni í Havn,

Leygardagin skipar ein 7. flokkur í Vági fyri áhugaverdum marknaðardegi í Losjuni í Havn, har tað er uppí eina bingju av lutum av øllum møguligum slagi at síggja. Har verður bæði nýtt og gott gamalt at fáa. Torgerð Suðuroy luttekur og er møguleiki at ogna sær nýtt og gamalt antikk, innbúgv, prýðis- og brúkslutir.
Flokkurin savnar pening til námsferð og tiltakið er opið frá klokkan 10 til 16.