Suðuroyingar sleppa eisini at síggja landsdyst

? Smyril fer at broyta ferðaætlanina so at tað ber til hjá suðuroyingum at síggja landsdystin ímóti Írlandi mikukvøldið 8. juni

Landsdystur

Tað er nú greitt, at tað eisini fer at bera til hjá suðuroyingum at síggja landsdystin ímóti írum mikukvøldið 8. juni.
Landsdysturin byrjarklokkan 19.30 og
Strandferslan hevur nú gjørt av at útseta fráferðina hjá Smyrili til Suðuroyar til klokkan 22
Tað var FSF sum heitti á Strandferðsluna um at broyta sigligina og tað hevur hon tikið undir við.
Strandferðslan metir at dysturin móti Írlandi hevur serligan áhuga fyri alt landið, og við hesi broyting kunnu suðuroyingar síggja dystin á Tórsvølli og koma suður sama dag.
Sostatt kunnu suðuroingar nú fara við Smyrli úr Suðuroy klokkan 15.30 mikudagin 8. juni og suðuraftur klokkan 22, beint eftir landsdystin