- Tað var stuttligt at vera suðuroyingur undir oyggjaleikunum.
Tað helt Jógvan Krosslá, limur í mentanarnevndini hjá Vágs Býráði, tá ið vágbingar hildu móttøku at heiðra ítróttarfólkini , sum akkurát eru afturkomin av oyggjaleikum.
Hann sipaði sjálvsagt til, at tað høvdu verið so nógvur suðuroyingar ímillum ítróttarfólkið og at tey høvdu staðið seg avbera væl.
Hann segði, at tey høvdu víst, at suðuroyingar megna at vera ímillum tey bestu og tað vónaði hann, fer at vera lagið frameftir.
- Men tað gerst best við at øll feløgini í Suðuroy stuðla hvørjum øðrum og samstarva á øllum økjum, legði hann afturat.
Hans Joensen, sum er pápabeiggi Pál Joensen, fagnaði ítróttarfólkunum og helt, at tey høvdu tænt Suðuroy og øllum Føroyum heiður.
Men serliga fegnaðist hann um, at tey høvdu sett Suðuroy á Føroyakortið.
- Ein slíkan heiður, sum tit hava vunnið á Rhodos, er eindømi í suðuroyar søgu.
Hann gloymdi heldur ikki venjaran, Jòn Bjarnason, sum hann helt, átti æru av, at tey høvdu fingið so góð úrslit.
Á móttøkuni fingu suðuroyarfeløgini, sum vóru umboðað á Rhodos, eisini blómur frá svimjifelagnum í Vági og frá Vágs Býráði. Frá býráðnum í Vági, fekk Vágs Svimjifelag eisini 5000 krónur og hini suðuroyarfeløgini, sum vóru umboðað á Rhodos, svimjifelagið, flogbóltsfelagið og borðtennisfelagið á Tvøroyri, fingu 2000 krónur í part.
Frá bygdaráðnum í Sumba, fekk Vágs Svimjifelag eisini 5000 krónur.