Suðurstreymoy stendur fyri skotum

Øll lond við virðing fyri sær sjálvum hava ein høvuðsstað, tey eru errin av og góð við. Soleiðis hevur eisini verið í Føroyum í øldir, og hóast øll fegin vilja bjóða sínum høvuðsstaði av á ymsum økjum, so nertir tað ikki við, at høvuðsstaðurin í einum landi er ein týdningarmikil og savnandi staður, sum øll eiga sín part av

Við árunum er Havnin sum høvuðsstaður blivin stór, og í dag ber til at tosa um alla Suðurstreymoy undir einum, tá tosað verður um høvuðsstaðarkommununa, tí so umfatandi og víðfevnd er Tórshavnar kommuna blivin. Samstundis sum hon er vaksin, hevur hon tó verið akkurát líka opin og innbjóðandi, so øll hava havt alla orsøk til at kent seg heima her.

Men nú hevur tikið seg upp ein hugburður, sum er ikki sørt skakandi. Hóast støðan er tann, at tað eru virkini og borgararnir í høvuðsstaðarkommununi, sum við sínum skattakrónum hava gjørt hann til eitt gott tilboð til allar føroyingar, verður nú í alt størri mun arbeitt fyri at køva framgongdina her.

Vit í høvuðsstaðnum frøast, tá tað gongst øðrum væl og gleðast um, at eisini okkara borgarar kunnu fara út um landið at njóta ágóðar og tilboð, eins og vit unna øðrum at koma sær fram, sum hava hug og hegni til tað. Soleiðis eigur tað at vera, at øll kunnu gera vart við seg á sínum øki og hvør í sínum lagi skara framúr.

Men upp á sama máta, sum tað eru virki og borgarar í Tórshavnar kommunu, sum hava goldið fyri og skapt tað, sum í dag myndar okkara høvuðsstað, so mugu eisini onnur gjalda fyri sítt. Og er ikki tann fíggjarliga orkan til staðar her og nú, so er at seta sær meira langtrøkkandi mál, sum ein er førur fyri at forvalta sjálvur.

Líka síðani kjakið um kommunala útjavningarskipan byrjaði, hevur tað ligið í luftini, at nú vilja fleiri hava gjald fyri at siga, at Havnin er høvuðsstaður hjá øllum føroyingum. Tað er ikki longur nóg mikið at bera ta vissuna í sínum hjarta, men nú skal beinleiðis útgjald vera við kassa 1!

Tórshavnar kommuna er ein vakstrarkommuna og Suðurstreymoy er tað øki í landinum, sera nógvir føroyingar vilja hava størri tilknýti til. Ikki minst er hetta galdandi fyri tey mongu, sum hava verið av landinum í útbúgingarørindumm at tey fegin vilja liva í metropolinum, tá og um tey koma heimaftur, tí her eru altso flestu møguleikarnir, flestu tilboðini, flestu avbjóðingarnar og ein góður trivnaður.

Hetta er bara ikki komið av ongum ella av sær sjálvum, men gjøgnum hart arbeiði, slit, sveitta og stríð, ið skattakrónurnar hjá øllum virkjum og borgarum í Suðurstreymoy hava lagt rygg til. Nú tað sansar at aðrastaðni, tykist hugburðurin vinda upp á seg, at nú skal stóribeiggi gjalda fyri gildið, ið gjørdist eitt sindur ov stórt ella eitt sindur ov illa skipað. Summi fáa hetta enntá at ljóða sum eina sjálvfylgju.

Tá Føroyar gjørdust eitt valdømi, ljóðaðu ramaskríggj um alt landið, tí nú gjørdist Føroya løgting enn meira ein avgreiðslustovnur hjá Suðurstreymoy, so restin av landinum fór at doyggja út í neyð og armóð. Men hetta kann avsannast stórliga, tí ongantíð hevur størri mótstøða og størri illvilji verið ímóti høvuðsstaðarøkinum, enn júst hetta síðsta skeiðið, síðani Føroyar gjørdust eitt valdømi.

Og syndarligi hugburðurin hjá løgtinginum avspeglar seg eisini í Tinganesi, tí landsstýrið er lítið mætari, umframt at tað jú skal fremja løgtingsins vilja. So ringur er standurin har, at settur er ein arbeiðsbólkur, hvørs fremsti arbeiðssetningur er at lata Tórshavnar kommunu rinda so stóran part til eina útjavningarskipan, at tað svarar til heili tvey prosent av árligu skattainntøkunum!

Hetta verður gjørt undir tí skálkaskjóli, at kommunurnar skulu fáa fleiri uppgávur frá landinum at umsita, men ein og hvør dugir at síggja, at tað er júst tað øvugta, sum hendir.

Hetta er óhoyrt og sleppur heldur ikki at fara aftur við borðinum uttan svørðslag, tí nú er tað – meira enn nakrantíð – at Suðurstreymoy stendur fyri skotum og má verja borg. Hetta kann illa síggjast sum annað enn kommunisma av allarringasta slagi, og verður hetta framt í verki, sum róð verður framundir, er hetta ein sera skammilig roynd at leggja fótonglar fyri høvuðsstaðin.

Tá vit so tosa um øvundsjúku, misunnilsi og háðan ímóti høvuðsstaðnum, verður tað ikki frægari, tá arbeiðsbólkurin, ið skal finna umberingar fyri at taka 50 milliónir skattakrónur frá Havnini, hevur fingið sum freist til á ólavsøku at vera liðugur við sítt arbeiði!

Nú er løtan, at vit øll í Suðurstreymoy mugu standa saman, tí smáligheitin og vantandi hugflogið hjá landsins ráðandi er farið so í sjálvsving, at tað kemur at kosta beinleiðis í bæði vælferð og trivnaði. Vónandi koma bæði løgting og landsstýri til fornuft, tí slíkt undirgravandi arbeiði gagnar ongum og fer í síðsta enda at koma landinum øllum aftur um brekkur – ikki minst Visjón 2015.

Løgmaður hevur tosað so dúgliga um A- og B-kommunur, men um hann heldur, at hansara landsstýri við einum áliti og onkrum pennastroki kann sleppa at trýsta Tórshavnar kommunu so niður, at hon verður C-kommuna, skal standa sína roynd!

Eg skal heilsa løgmanni, landsstýri og løgtingi, at tað eru vit fleiri um gera av, tí nokk er nokk og nú vilja vit í Suðurstreymoy standa saman ímóti áganginum, ið ikki sømir seg einum framkomnum samfelag í 2009!