Umboð Sambandsfloksins í fylgibólkinum til Suðuroyartunnilin var Erhard Joensen, løgtingsmaður í Vági. Hann vísti á, at tað er skrivað upp í leypar um viðurskiftini hjá Suðuroy.
– Vit kunnu illa ímynda okkum, hvussu nógv hetta hevur at siga. Men hetta verður so tann nýggi normurin hjá okkum. Tað er sera týdningarmikið, at øll tann politiska skipanin stendur saman um Suðuroyartunnilin, sigur hann.
– Suðuroyggin skal vera ein integreraður partur av Føroyum, og tunnilin er ein fyritreyt fyri tí, segði Erhard Joensen.