Tað er tann breiða politiska semjan, sum í dag er undirskrivað í Tinganesi. Allir flokkar eru umboðaðir – og tað eru suðuroyartingfólkini hjá flokkunum, sum eru til borðs saman við løgmanni: Annika Olsen fyri Tjóðveldi, Sólvit Nosøe fyri Framsókn, Jenis av Rana fyri Miðflokkin, Bjarni Hammer fyri Javnaðarflokkin, Jacob Vestergaard fyri Fólkaflokkin og Erhard Joensen fyri Sambandsflokkin.
Settar verða 100 milliónir krónur av á fíggjarlógini í 2025 og 2026 til at fyrireika og prosjektera verkætlanina.
Talan verður um ein tunnil úr Djupadali á Sandi til Sandvíkar sum verður 22,8 km til longdar. Við í verkætlanini er eisini ein nýggjur tunnil millum Sandvík og Hvalba.
##med2##
##med3##