Suðuroyð

Hvørt ár kemur út ein hópur av álmanakkum.

 

Hvør skuldi trúð, at ?lokalpatriotisma³ eisini eisini skuldi koma til sjóndar í einum álmanakka.

Men nú er so ein Suðuroyarkalendari á veg, ein kalendari á suðuroyarmáli við myndum úr Suðuroynni.

Kalendarin kemur í sølubúðirnar uppundir jóansøku í komandi viku.

Hetta er ein funnin fressur hjá teimum, sum vilja geva suðuroyingum, og suðuroyarvinum burturi og heima eina øðrvísi lítla gávu.

Tað er Lions Club í Suðuroynni, sum stendur fyri kalendaranum, og pengarnir, sum koma inn, fara til ymisk góðgerðandi endamál í Suðuroynni.

Kalendarin er í handigari stødd og úr góðum, tjukkum pappíri við ringum í erva og króki í at hongja hann uppá.

Í kalendaranum er ein mynd til hvønn mánaða og myndirnar eru valdar soleiðis, at tær hóska til árstíðirnar-kavamyndir um veturin, heitar summarmyndir tað góðu árstíðina og kaldligar myndir um várið og heystið.

Myndirnar eru úr ymsum plássum í oynni og tað eru sjálvandi tríggir suðuroyingar, Rógvi Johansen, Hans Rudolf Niclasen og Rúni Brattaberg, sum hava tikið myndirnar.

Og kalendarin er sjálvandi skrivaður á Suðuroyarmáli við ónsdegi og tórsdegi ístaðin fyri mikudegi og hósdegi.

Umframt dagarnar, vísur kalendarin eisini messur og serligar dagar, eins og leygardagar og sunnudagar eru frámerktir.

Og við hvønn mánaða er ein teigur, har í fólk kunnu skriva ymiskt upp, tey vilja minnast til.

Eydnast hetta tiltakið, er ætlanin at Suðuroyarkalendarin skal koma út hvørt ár.

Aftast í kalendaranum er ein stutt frágreiðing um Lions Club og hvat endamálið við teimum er, og, eitt sindur um, hvat klubbarnir gera.

Suðuroyarkalendarin er ikki bara at fáa í sølubúðum í Suðuroynni, hann er at fáa kring alt landið....