Suðuroyingar til Havnar at handa undirskriftir

Í morgin klokkan 6 fara suðuroyingar við Smyrli at handa  umleið 2000 undirskriftir.

Tá suðuroyingar fyrr í ár høvdu mótmælistiltak á krambatanga, tí avloysaraskipið galaxy ikki megnaði sína uppgávu á nøktandi hátt, so var eisini mótmælisskiv og savnan av undirskriftum sett í gongd.

 

Sagt var tá, at tá Smyril var afturkimin úr dokk, so skuldu farast til Havnar at handa løgmanni undirskriftirnar.

 

Og í morgin klokkan 6 fara suðuroyingar við Smyrli at handa  umleið 2000 undirskriftir.

 

Vit fara norður við Smyrli kl. 6.00 av Krambatanga og ganga niðan í Tinganes, har løgmaður og samferðslumálaráðfrú eftir avtalu tekur ímóti undirskriftunum. Vónandi koma nógvir suðuroyingar norður við at vísa ónøgd við vánaligu samferðsluna um Suðuroyarfjørð, siga fyrireikararnir.

 

Ferðaskráin er henda;

 

Kl. 06.00 Smyril - Tvøroyri/Tórshavn

 

Kl. 08.30 Kravgonga frá Smyrli niðan í Tinganes

 

Í mótmælisskrivinum stendur m.a. soleiðis:

 

Vit mótmæla óhóskandi samferðsluna um Suðuroyarfjørð.

 

Samferðslan er óstøðug og ótíðarhóskandi.

 

Vit krevja, at hetta óskilið, sum nú er, meðan Smyril er undir umvæling, ongantíð hendir aftur.

 

Vit krevja tíðarhóskandi samferðslu um Suðuroyarfjørð, so vit kunnu liva og virka á jøvnum føti við aðrar borgarar í Føroyum.

 

Vit krevja, at avvarðandi myndugleikar her og nú gera ábøtur, ið kunna bøta um støðuna.

 

Vit krevja somu sømdir fyri Suðuroynna sum fyri restina av Føroyum.

 

Vit vita longu nú, at Smyril skal aftur til umvælingar í 2028 og um ikki ein virðilig loysn verður funnin nú, so eru vit í somu støðu sum við Galaxy, og tað skal ikki henda aftur!

 

 

 

Les eisini um suðuroyingar, sum strandaðu í Havn leygardagin: in.fo - fyrst og fremst