Sue og Jane hava hjálpt føroyska hópinum

(Ljóðsamrøða) OYL 15: ferðaleiðarnir hjá føroyska hópinum vóna at sleppa til Føroya á oyggjaleikir

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2/in.fo hevur gjørt við fryntligu ferðaleiðararnar Sue og Jane, sum hava hjálpt føroyska hópinum hesar farnu níggju dagarnar á oyggjaleikunum á Jersey.

 

Jane vildi sleppa at verða ferðaleiðari hjá tí føroyska hópinum, tí hon var eisini ferðaleiðari hjá tí føroyska hópinum, sum var til oyggjaleikirnar á Jersey í 1997. Hon hevur bara góð minni frá føroyingunum, sum vóru her í 1997, og tí vildi hon sleppa at verða ferðaleiðari hjá tí føroyska hópinum aftur.

 

Sue er so fegin um blíðskapin føroyingar kring allar Føroyar sýndu soninum og verdóttrini, tá tey ferðaðust við báti kring oyggjarnar á sumri í 2012.

 

Báðar vóna at sleppa at uppliva oyggjaleikir í Føroyum.