Súkklukapping á Norðoyarstevnu 2026

Fríggjakvøld 29. mai var súkklukapping á Norðoyarstevnu, mitt í hjartanum í Klaksvík. Veðrið var av tí besta, og annað kann ikki sigast enn, at kappingin setti sín dám á Norðoyarstevnuna.

Børnini:

 

Kvøldið byrjaði við einum barnatiltaki, har smærri børn sluppu at súkkla púra frítt á stongdum vegum. Talan var ikki um eina kapping, men eitt hugnaligt súkklutiltak.

 

Hjá teimum vaksnu stillaðu 24 súkklarar upp til start í fyrstu býarsúkklingini á Norðoyarstevnu í umleið 20 ár. Tað var súkklufelagið Norðstrok, ið legði karmar til hesa kappingina.

 

Kappingin var býtt upp í kvinnur og menn, sum súkklaðu hvør sær. Kvinnurnar súkklaðu í 30 minuttir +3 umfør, og menninir í 40 minuttir +5 umfør.

 

Hjá kvinnunum stillaðu fimm upp til start, meðan 19 menn stillaðu upp. Rutan var 1 km til longdar og hevði eisini nakrar brekkur.

 

Kvinnur:

 

Hjá kvinnunum vóru tað Rigmor Henriksdóttir Kølleskov og Bjørg Árnsdóttir, sum beinanvegin løgdu seg á odda og skiftust um at føra alla kappingina. Aftan fyri tær lá Sigrid Bjartalíð. Tá tær komu inn móti málinum á síðstu rundu, var sera javnt, og ein spennandi endaspurtur tók seg upp millum Rigmor og Bjørg. Tað gjørdist tó Rigmor, sum dró longsta stráið og fór fyrst um málstrikuna.

 

Úrslit hjá kvinnum:

 

1. Rigmor Henriksdóttir Kølleskov

 

2. Bjørg Árnsdóttir

 

3. Sigrid Bjartalíð

 

4. Helga Súsanna Johansen

 

5. Mirjam Glerfoss

 

Menn:

 

Hjá monnunum var lagt upp til eina spennandi kapping. Áðrenn start kundi væntast, at Bergtór Tórsteinsson, Niklas Hallgren, Regin Thomsen og Konstantions Garoflos fóru at mynda fremsta part av feltinum. Hóast aðrir súkklarar, sum Erik Neshamar og Gunnar Dahl Olsen, royndu at hanga í, so gekk ikki long tíð, áðrenn hesir fýra sluppu leysir frá stóra bólkinum.

 

Tað hendi nógv frammi í feltinum, og tað skiftist, hvør førdi eftir mótbrekkunum. Konstantions var so óheppin at detta í einum svingi, men til alla lukku kom hann skjótt á súkkluna aftur og inn aftur í kappingina.

 

Eisini hjá monnunum gjørdist tað spennandi heilt til tað síðsta. Tá klokkan ringdi, og fimm umfør vóru eftir at súkkla, vóru teir fýra framvegis saman frammi. Men tá komið varð inn móti málinum seinastu ferð, vóru tað Bergtór, Niklas og Konstantions, sum endaðu í einum hørðum endaspurti. Hendan spurtin vann Bergtór, meðan Niklas og Konstantions komu á mál ávíkavist sum nummar tvey og trý.

 

Úrslit hjá monnum:

 

1. Bergtór Tórsteinsson

 

2. Niklas Hallgren

 

3. Konstantions Garoflos

 

*Eisini varð kappast í øðrum bólkum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

 

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon