Elsubeth M. Fossádal hevur skrivað bókina, og Hans Jacob Østerø hevur gjørt stuttligu myndirnar í Sukurvatt. Bókin er væl egnað til børn, sum eru uml. 2-5 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út 16. mai.
Familjuhugni á bókasavninum – KOM VIÐ!
Leygardagin 16. mai kl. 14
Býarbókasavnið í Havn (barnabókasavnið, 3. hædd)
Bókadeildin skipar fyri hugnaligum útgávutiltaki fyri børn. Elsubeth fer at lesa søguna, og Hans Jacob Østerø fer at vísa okkum, hvussu hann teknar eiturkoppin og tvístertuna í bókini. Eisini fara vit at syngja kendar barnasangir saman. Aftaná fáa øll okkurt søtt og lekkurt, og møguleiki verður at keypa bókina fyri serprís. Høvi verður at hitta rithøvundin og myndprýðaran, og bæði Elsubeth og Hans Jacob tíma væl at signera bøkur!
Um bókina:
"Hjálp, kom og hjálp mær!" hoyrir hann tað runga niðri úr vaskinum, so tað ekkóar um allan kjallaran. Hvør er hatta, sum rópar soleiðis? Hann lirkar eitt eyga upp og skeitir niður í vaskið. Hann sær bara skínandi, blankt stál. So lirkar hann eitt eyga upp aftrat. Jú, har er okkurt niðri á botninum. Jú, mín sann! Ein tvísterta, sum hann ongantíð hevur sæð fyrr, stendur har púra einsamøll mitt niðri í vaskinum.
Elsubeth M. Fossádal er barnabókarithøvundur og lækni úr Tórshavn. Elsubeth hevur skrivað fleiri barnabøkur, og ofta sæst tað læknafakliga aftur í søgunum.
##med2##
Hans Jacob Østerø er myndprýðari úr Klaksvík. Hann hevur útbúgving í margmiðlasniðgeving og arbeiðir m.a. sum fríyrkismyndprýðari. Hann dugir serliga væl at gera stuttligar myndir.












