- Eitt uppsjóvarvirki við eini frystigoymslu á 5000 tons hevur onga meining í stóru myndini.
Staðfestingin kemur frá Boga Jacobsen, stjóra í Varðin Pelagic.
Uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, sum hevur verið í støðugum undanvindi síðani byrjan í fjørsummar, hevur fingið grús í maskinaríið. Grúsið er eitt byggiloyvi, sum kortini ikki er eitt byggiloyvi.
- Verandi frystigoymsla er somikið lítil, at hon gerst ein fløskuhálsur fyri alla framleiðsluna. Avleiðingin verður, at vit mugu vísa skip frá okkum og leggja virkið stilt ávís tíðarskeið. Tá missa vit pengar og tapa í kappingini við aðrar, sigur Bogi Jacobsen.
Hann ætlar tí at brúka 10-12 milliónir krónur til at víðka fløskuhálsin, soleiðis at virkið kann frysta tað dupulta, umleið 10.000 tons. Tað er sambært stjóranum neyðugur ”buffari”, tá virkið eftir ætlan skal klára at taka ímóti 1000 tonsum um samdøgrið. Málsetningin um tey 1000 tonsini um samdøgrið boðaði Varðin longu frá, tá tey fóru at fyrireika stóru íløguna á Tvøroyri.
Lyftið
Telvingin um, hvar alternativið til uppsjóvarvirkið í Kollafirði skuldi standa, hevur staðið millum fleiri øki í landinum. Fleiri hava sæð møguleikar, nú nøgdirnar av makreli, sild og eisini svartkjafti fleirifaldast. Vágur og Fuglafjørður lógu framvið, men tá avtornaði vann Tvøroyri, sum sannførdi sterka reiðaríið í Gøtu um at leggja sína íløgu har. Nýtt uppsjóvarvirki bleiv bygt eftir hálvum ári og hevur síðani verið uppruni til jaligar søgur um arbeiðspláss, vøkstur og vinning.
12. november í fjør, kvøldið fyri kommunuvalið, var býráðsfundur á Tvøroyri. Fundurin samtykti at geva nýggja arbeiðsplássinum í býnum grønt ljós til at veksa. Varðin Pelagic fekk byggiloyvi til at víðka um sína frystigoymslu. Dagin eftir, valdagin 13. november, ringdi borgarstjórin til stjóran í p/f Varðanum og formliga fráboðaði, at felagið hevði finigð byggiloyvi.
Tíðindini frá býráðsfundinum festa seg hjá Kára Thomsen, sum hóast búsitandi í Havn eigur eini hús á Tvøroyri. Hóast hansara hús liggja omanfyri Varðan Pelagic, so hevur hann ikki frætt nakað um ætlaðu útbyggingina. Hann hevur ikki fingið málið til grannahoyring, hóast hann metir seg vera nærmasta granna.
Í sínum lagi tvíheldur kommunan um, at Kári Thomsen skal ikki hava málið til hoyringar. Húsini hjá Kára Thomsen liggja aftanfyri pakkhúsini, sum liggja uppat havnarlagnum. Kommunan metir einans eigararnar av pakkhúsunum sum partar í málinum, ikki eigarar av ognum so langt burtur sum húsini hjá Kára Thomsen. Hetta vildi verið at toygt partshugtakið í byggimálum longur enn siðvenja og praksis er, sigur kommunan.
Kári Thomsen kærir, gerst partur av málinum og fær innlit í málsviðgerðina. Hann rennur seg í fleiri dømi um, at ásetingar í galdandi byggisamtykt fyri økið ikki eru hildnar.
Á hinari síðuni stendur borgarstjórin, sum sigur seg hava givið Varðin Pelagic eitt ”princippbyggiloyvi”, meðan formligu smálutirnir skuldu fáast uppá pláss aftaná. Afturímóti vísir Kári Thomsen á, at prinsipp-byggiloyvi finst ikki í terminologiini fyri málsviðgerð til umsókn um byggiloyvi.
Eftir stendur, at Varðin Pelagic hevur fingið eitt lyfti um at byggja út, soleiðis at fløskuhálsurin fyri víðari menning av virkinum blívur burtur. Eitt lyfti, sum er um at molast sundur í hondunum á borgarstjóranum á Tvøroyri.
Blokerandi paragraffir
Kári Thomsen eftirlýsir eina serstaka byggisamtykt fyri slíka byggiætlan sum ta hjá Varðanum Pelagic. Hann vísir á lógina um býarskipanir og byggisamtyktir frá 1954, har sagt verður at ”uppfylt ella turrlagt sjóøki, tunnlar og onnur bygningsverk undir jørð skulu, áðrenn hesi verða gjørd, hava heimild í góðkendari byggisamtykt.” Kári Thomsen vísir somuleiðis á, at byggisamtyktin fyri Tvøroyrar Kommunu inniheldur ikki neyðugu greinar ella ásetingar um frávik. Men, leggur Kári Thomsen afturat, ein slík áseting um frávik hevði óansæð ikki kunnað verið brúkt til at heimila eina uppfylling av hylinum og annars somikið stóra byggiætlan sum ta hjá Varðanum Pelagic. Tað ber ikki til at brúka ”frávik” til eitt somikið stórt projekt, ljóðar argumentið.
Eisini her er Tvøroyrar Kommuna ósamd. Kommunan uppfatar definitiónina ”uppfylt ella turrlagt sjóøki” øðrvísi. Kommunan peikar á ásetingar í matrikullógini, har sagt verður at ”turrlagt ella uppfylt sjóøki skal skiljast sum øll mannaverk, ið eru gjørd soleiðis, at tey fara útum tað náttúrugjørdu strandarlinjuna.” Og kommunan sær ikki ætlaðu útfyllingina á havnalagnum sum at turrleggja ella uppfylla sjóøki, tí nátúrliga strandarlinjan verður ikki ávirkað av útfyllingini. Eitt uppáhald, sum Kári Thomsen ikki er samdur í.
Útsýnið
Í drúgvu málslýsingini verður dúgliga umrøtt, í hvønn mun ætlaða útbyggingin gongur út yvir útsýnið út á fjørðin úr húsinum hjá Kára Thomsen. Eisini her er fatanin ymisk. Málslýsingin lýsir spurningin soleiðis: ”Eftir at hava kannað útsýnið á staðnum og samanborið við matrikul og lendiskort og ætlaðu útbygging hjá P/F Varðin Pelagic, kann staðfestast, at einki útsýni verður frá nøkrum vindeygum í stovuhædd... Frá kvistvindeyganum sæst, sum er, mesti partur av innara Trongisvágsfirði, meðan bert ein glotti sæst móti eystri og út í munnan á fjørðinum. Víddin, ið fjald er frá kvistvindeyga móti eystri við útbyggingini hjá P/F Varðin Pelagic er umleið 46 gradir. ”??
Tvøroyrar Kommuna leggur ikki sama dent á útsýnið hjá Kára Thomsen. Kommunan svarar millum annað:??”Kærarin ger í so nógv av í summum av sínum uppáhaldum m.a. hesum um tað mista útsýnið. Tað er ikki heilt rætt, tá hann førir fram, at onki útsýni verður úr nøkrum vindeyga í stovuhædd. Útsýnið á Trongisvágsfjørð verður mist í ávísan mun, men tað merkir ikki, at onki útsýni verður. Ein borgari hevur ikki nakað rættarkrav uppá at varðveita eitt serliga gott útsýni.”
Seldi skinnið
Málslýsingin teknar samanumtikið eina mynd, har vinnuliga frambrotið á Tvøroyri yvirhálar formalitetir og byggisamtyktir. Har kommunan ætlaði at fáa sonevndu smálutirnar uppá pláss aftaná. Á fundi við Kærunevndina í lendismálum fríggjadagin 1. mars førdi kommunan fram, at broytingar í byggisamtyktini nú liggja frammi alment til hoyringar. Kommunan metir, at ”frávik er ein rímiligur háttur at lekja ein iva ella avmarkaðan heimildarmangul.” Kommunan setir paragraffirnar upp móti kapitalinum og førir fram, at ”hetta er ein meira forsvarlig loysn, enn at lata eitt prosjekt bíða við vinnuligum avleiðingum í 100 millióna klassanum, sum eisini er heilt avgerandi fyri lívið í kommununi og allari Suðuroynni.”
Kærunevndin í Lendismálum tulkar málið soleiðis, at Tvøroyrar Kommuna hevur givið loyvi til frávik við tí vón um, at hetta eftirfylgjandi kann góðkennast av Kærunevndini og Innlendismálaráðnum.
Hetta ber ikki til, sigur Kærunevndin í Lendismálum. Kommunan hevur ikki heimild í almennu byggisamtyktini fyri Tvøroyri at geva loyvi til at víðka frystigoymsluna, fylla upp á havnalagnum og gera 100 metrar av bryggjukanti sum eitt frávik.
Tí er byggiloyvið, lyftið frá kommununi til Varðan Pelagic um at fáa fløskuhálsin burtur, ógildað.