Sumba er framvegis við í oddastríðnum í 2. deild, og teir anda ÍF í nakkan eftir sigur á B36 í síðsta dystinum undan summarsteðginum. Fimm stig eru upp til ÍF, og sumbingar hyggja nú fram til heimadystin ímóti ÍF í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Vinnur Sumba hendan dystin eru bert tvey stig upp til fuglfirðingar og so er alt brádliga opið aftur.
Sumba var klárt betra liðið fyri steðgin, og tað eydnaðist teimum eisini at skora tvey mál. Fyrra málið fekk Dánjal Johan Joensen við einum langskoti. Skotið bar við ein verjuleikara og snýtti málverjan, sum ikki hevði nakran møguleika at bjarga.
Stutt eftir fekk Sumba sítt seinna mál. Innlegg kemur úr høgru, og málverjin hjá B36 kemur út úr málinum og fær hendurnar á bóltin, men beint í føturnar á Eiriki Joensen og í málið. Ilt er at siga hvør hevði seinasta fótin á bóltinum, men toppskjúttin í 2. deild, Eirik Joensen, bleiv í øllum førum noteraður fyri málið á dómaraseðlinum.
Dánjal Petur aftur í B36
B36 megnaði at minka um munin fyri steðgin, tá Dánjal Petur Johansen setti bóltin í netið við einum góðum langskoti. Hann var staddur nakrar metrar uttanfyri brotsteigin, tá hann langaði til, og nýggi pólski málverjin, Marcin David, hevði ongan møguleika at bjarga.
Eftir steðgin royndi B36 at leggja trýst á sumbingar, men tað eydnaðist ikki at spæla seg fram til upplagdar málmøguleikar. Sumba var hinvegin vandamikið í skjótálopunum, men heldur ikki teir megnaðu at skora.
Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, fekk málskjúttin Dánjal Johan Joensen tað reyða kortið. Hann takklaði Dánjal Petur Johansen aftanifrá, og dómarin gav honum beinleiðis tað reyða kortið til mikla øsing hjá sumbingum.
Sumba megnaði tó at halda fast um leiðsluna og trý sera týdningarmikil stig. Men var tað ikki fyri tvær framúrskarandi bjargingar frá Marcin David í teimum seinastu minuttunum kundi B36 væl havt javnað.
Báðu ferð var tað eftir deyðbóltar úti í síðunum, at B36-arar fingu høvdið á bóltin, men Marcin var kvikur sum eitt snarljós inni í strikuni og fekk vart fyri. Heimaliðið iðraði seg stórliga um hetta, men toppliðið fekk øll stigini ímóti B36, sum nú datt eitt pláss niðureftir á stigatalvuni. Fyrsti dysturin hjá B36 eftir summarsteðgin verður ímóti B68, sum liggur á aftasta plássi.
B36-Sumba 1-2(1-2)
0-1: Dánjal Johan Joensen
0-2: Eirik Joensen
1-2: Dánjal Petur Johansen