Sumba hevur framvegis fult

Sumba-B71 1-0 (1-0):
Sumba vann týdningarmikla heimadystin móti B71, og syrgdu sostatt fyri, at teir eru einasta liðið við fullum stigatali í deildini

2. deild

Sum niðurflytarar skuldu sandoyingar ivaleyst roknast sum favorittar, tá teir leygardagin vitjaðu á Krossinum í Sumba. Gaman í er ikki so langt síðani, at Sumba var í bestu deildini, men árið í fjør bendi tó tann vegin, at Sumba ikki er búgvið til uppflytingarstríðið í aðru deild.
Tað mundu sandoyingar hinvegin halda seg vera, men teir máttu to ásanna, at tað framvegis er alt annað enn lætt at vinna sær stig á Krossinum.

Skoraði móti gamla liðnum
Sumbingarnir stríddust nevnliga frá fyrsta bríksli. Teir vóru grammari á flestu bóltunum, og tó at sandoyingar royndu at svara aftur, so eydnaðist teimum ikki at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar.
Hinvegin vóru tað sumbingar, sum løgdu seg á odda, tá Bjørjn Thorsteinsson um miðjan fyrra hálvleik sendi bóltin í netið. Bjørn spældi annars við júst B71 í farna kappingarári, men hann hevur so í ár valt at skifta til Sumba, og í øllum førum munnu sumbingar fegnast um hetta.
Seinastu trý korterini royndu sandoyingar at trýsta, til tess at fáa í øllum førum annað stigið við sær, men heimaliðið helt alla tíðina ímóti, og syrgdu teir við hesum fyri, at teir undan dystunum annan hvítusunnudag vóru einasta liðið í deildini við fullum stigatali.
Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum, so helt hendan støðan sær eisini eftir halguna, og eru sumbingar soleiðis oddalið, tá teir komandi vikuskifti fáa vitjan av ÍF, sum snøgt sagt skal vinna, um fjarstøðan til oddin ikki skal gerast alt ov stór, næstan áðrenn kappingin er byurja.
Tá fáa sandoyingar vitjan av FS Vágum, og tann dysturin fer helst at geva eina ábending um, hvussu teir báðir niðurflytararnir fara at skikka sær í oddastríðnum í næstbestu deildini í summar.

Dysturin í tølum
Sumba-B71 1-0 (1-0)
1-0: Bjørn Thorsteinsson