Sumba og Mærsk skrivað sáttmála

Ítróttarfelagið Sumba hevur fingið stóran høvuðssponsor. Sunnudagin skrivaðu Sumba og Mærsk undir sponsoravtalu


Sunnudagin var stórur dagur í Sumba, tí eftir tógvi stríð og nógvar umsóknir, so vórðu sunnudagin undirskriftir settar undir avtalu við høvuðsstuðul. Og nýggi høvuðsstuðulin hjá Sumba er stóra fyritøkan Mærsk, sum føroyingar einamest kenna frá flúgving, men sjálvsagt eisini skipsferðslu.

Størsti nakrantíð
Rúni Lisberg, formaður í Sumbiar Ítróttarfelag, fegnaðist á samkomu í Sumba um avtaluna við høvuðsstuðulin.
Hetta er úrslitið av drúgvum arbeiði og hetta er størsti stuðulin nakrantíð, segði formaðurin millum annað. Og sjálvandi minti hann á møguleikan at flúgva við Mærsk, eins og suðuroyingar so dúgliga hava gjørt.
Stig Albeck, marknaðarstjóri hjá Mærsk, fegnaðist eisini um nýggja sáttmálan. Hann segði, at umvegis Sumba, so verður komið um alla Suðuroynna. Umframt at vera høvuðsstuðul hjá sumbingum, so er eisini í avtaluni nakað við klæðum til kappróðrarfólk í Vági og føroyskar rógvarar í Danmarsk og sera fegin var Stig Albeck um, at 1. deildarliðið hjá kvinnum í Sumba hevur leikarar úr allari oynni.
Hann takkaði fyri stóru vælkomuna henda dagin í Sumba og fyri gestablídni, sum hann vónaði at kunna vísa aftur, tá flogið verður við Mærsk.
Mærsk hevur verið í Føroyum í meira enn 30 ár og metti marknaðarstjórin, at felagið er ein partur av føroyska samfelagnum. Tí er náttúrligt at stuðla og vóna stórt virksemi, so møguleiki kanska eisini verður fyri at stuðla víðari, t.d. við ferðum í samband við fótbólt.
Spurdur, hví eitt so stórur stuðul, sum Mærsk, stuðlar einum lítlum felag í útjaðaranum, sigur Albeck, at støddin ger ikki munin og at annað er vert at hyggja at, enn miðstaðarøkið.
- Útjaðarin er eisini partur av heildini og Mærsk er eitt gott navn her. Gott er at stuðla liðum her og so er gott at vit eisini umvegis hetta stuðla regattasiglingini, sigur Stig Albeck.
Mærsk er nú høvuðsstuðul hjá Sumba og aðrir stuðlar eru Alu Plast, M.H. Export, Suðuroyar Sparikassi. Sunnudagin varð sáttmálin undirskrivaður við Mærsk og til staðar vóru eisini umboð fyri aðrar stuðlar og fingu stuðlar eisini í gávu mynd eftir Jákup Hjaltalin
Sponsoravtalan millum Sumba og Mærsk er galdandi í eitt ár, men vóna partarnir at halda fram.