Undan kappingarárinum vóru tað fleiri, sum roknaðu sumbingar fyri kanónføði. Nú kappingin er hálvrunnin, kunnu vit bara staðfesta, at soleiðis hevur tað ikki gingið. Sumba er í løtuni ikki upplagdur niðurflytari, og teir hava gott mót um, at teir fara at megna at varðveita plássið í bestu deildini.
Og tað er væl av so lítlum plássi, har úrvalið ikki er serliga stórt. Frá dystarbyrjan vóru tveir sekstan ára gamlir ? Sonni Kjærbo á høgra vongverja og Hallur Dam Joensen á miðvøllinum ? á sumbiarliðnum, og í miðverjuni var 17 ára gamli Mortan úr Hørg, sum tóktist vera púra óskalaður av smeitinum, hann fekk næstseinast.
Leon Kjærbæk spældi á miðvøllinum allan 2. hálvleik, og hann er bara sekstan ára gamal. Síðstu tíggju minuttirnar kom uppaftur ein sekstan ára gamal, Hjarnar Vágfjall, inn. Hann avloysti Hall Dam Joensen. Og á bonkinum sat 16 ára gamli Anfinn Thomsen sum eykamálverji.
Mistu liðformannin
Í Klaksvík vóru ungu sumbingarnir raskir og hildu tørn í 43 minuttir.
Á hálva tímanum koykti liðformaðurin, veteranurin Jan Poulsen, fótin illa. Hann hevur sera stóran týdning á miðvøllinum, og hann royndi at halda fram restina av fyrra umfarinum, men tað var týðuligt, at hann var ikki førur at spæla, og hann manglaði í verjupartinum, tá John Hansen, sum í løtuni man vera nógv tann besti vinstri vongspælarin í landinum, skoraði til 1-0.
Málið fekk hann eftir snilda eitt tvey samanspæling við Heðin á Lakjuni, sum mannaði álopið saman við Rógva Jacobsen.
Deyðbóltarnir
eru marran
Hóast tað gekk long tíð, áðrenn KÍ fekk hol á, so var kortini ongantíð ivi um, hvat var stinnara liðið. KÍ hevur stóra breidd, og tikið mann fyri mann eru teir sjálvandi væl betri fyri enn Sumba.
Men hesa ferð fleyt spælið ikki heilt, sum tað t.d. gjørdi á Toftum. Kanska var torført at halda rætta hugburðin, nú stutti summarsteðgurin stóð fyri framman. Samanspælið hekk ofta saman, men tað var torført at koma ígjøgnum tøttu verjuna, og tá tað eydnaðist, so vóru síðstu sendingarnar ikki nóg neyvar. Og so skal ikki gloymast, at Rúni Lisberg var ein brandur í málinum hjá sumbingum, bæði í mann móti manni støðum og tá hann fór út úr málinum.
KÍ økti til 2-0 tíðliga í 2. hálvleiki, og aftur hesa ferð var tað John Hansen, sum skoraði. Eftir innlegg frá Arnoldi Joensen úr høgru og eitt sindur av aftur og fram í brotsteiginum hevði John síðsta fótin á.
So var okið lyft av og lagt upp til málveitslu, var tað onkur, sum roknaði við, men tað vildu sumbingar ikki standa model til. Teir spældu bara við René Thomsen á toppinum. Thomas Birch skuldi eitast at vera hangandi álopsmaður, men hann kom fyri tað mesta at liggja aftarlaga.
57 minuttir vóru farnir, tá Sumba minkaði um munin, og sum einar tíggju aðrar ferðir fyrr í ár, so dumpaði KÍ í deyðbóltsstøðu. Bólturin tók í manngarðin og snýtti fullkomuliga Gunnar á Steig, so Dánjal J. Joensen kundi stúta í kassan, men fyri Jóannes Jakobsen mundi tað kennast upproytandi, at eingin klaksvíkingur ansaði mótstøðumonnunum. Støðan var steypafinalan umaftur.
Kurt gjørdi bart
Um miðjan 2. hálvleik gjørdi KÍ venjarin av at skifta Kurt Mørkøre inn í álopið. Hann hevur drigist við skaða í lærkrikanum, og teir valdu eisini hesa ferð at spara hann.
Kurt gjørdi góðan mun. Hann hevði bara verið lítla løtu inni, tá hann fekk bóltin miðskeiðis á mótstøðuhálvuni í vinstra borði og trillaði upp á tvørs til Marek, sum drønaði eitt langskot upp í meskarnar aftanfyri Rúna Lisberg. Eitt frágera vakurt mál.
So tóktist sigurin vera vísur hjá KÍ, og Kurt Mørkøre staðfesti sjálvur. Rógvi Jacobsen spældi hann leysan í vinstru, skotið tók í nærra stólpan og í málverjan, áðrenn bólturin fór um strikuna, og so høvdu klaksvíkingar fyri síðstu ferð verið vitni til mál og dyst á graslíkinum, sum hevur ligið á vøllinum síðani 1988.