Á framsýningini vera tekningar, fotomyndir og málningar. Brynhild Næs Petersen hevur hongt sýningina upp og tey, ið sýna fram, eru ættað úr Fuglafirði, ella hava røtur í bygdini. Her eru ung og eldri, sum hava tikið seg saman at mynda hesa sýning: Heðin Kambsdal, Hergerð Joensen, Frits Johannesen, Jóna Astrid Lambastein, Jákup Thomsen, Kristina Joensen, Pia Andersen, Charlotta Rasmussen, Eirikur Elisson, Rógvi á Lakjuni og Svanna Lambastein.
Dávur Winther flytir fram røðu, og Rói Eliasen syngur og spælir.