Í kvøld skipaði Tórshavnar Kommuna saman við skótunum fyri árliga tiltakinum Summarsólstøður í Sandagerði Hetta hugnaliga tiltakið við røðum, báli og sangi er vorðið eitt afturendandi tiltak.
Í kvøld var tað Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, ið røðu. Eyðun á Borg, lærari á Argjum skipaði fyri felagssanginum, har var bál, føroyskur dansur, eins og Uni Arge sang og spældi.
Millum klokkan 19 og 21 var eisini ponyrýðing á vegnum oman til tyrlupallin á Landssjúkrahúsinum.