Í gjár stevndi Norrøna inn á Havnarvág við fyrstu summargestunum í ár. Á ferðini til Føroya vóru 170 fólk og 55 bilar, og á ferðini til Noregs um Lervich í Hetlandi fóru 120 fólk og 12 bilar.
Ferðaætlanin hjá Norrønu er tann sama sum í fjør. Einasti munur er, at skipið siglir tvær vikur longri.
- Vit meta, at tørvur er á at leingja ferðafólkatíðina aftur í ár. Nú vallaraheimið í Havn er tikið í nýtslu, kunnu vit til dømis vænta fleiri ungdómsbókar hendan vegin, sigur Áki Jespersen, leiðari á Ferðamannadeildini hjá Smyril Line.
Norðurlendingar
Talan er serliga um danir og norðmenn, ið koma hendanvegin. Týskarar eru heldur færri í tali í ár. Tað sama er galdandi aðra staðni í Norðurlondum, har týskarar vanlig vitja.
- Vit síggja, at eini 10 % færri týskarar leiga summarhús í Norðurlondum í ár í mun til í fjør, sigur Áki Jespersen.
Enn eru eingir túrar útseldir, men nakrir stakir í hægstu summartíð eru við at verða fullsettir.
Árið hjá Norrønu í fjør var metár. 72.000 fólk ferðaðust við Norrønu seinasta summar.
- Vit vænta at røkka sama talinum, helst meiri, sigur Áki Jespersen.
Starvsfólkini umborð eru umleið 100 í tali, tá ið tey eru flest. Í løtuni eru tey 80.
Skip og bygning
Á vári 2002 er ætlanin, at ein nýggj Norrøna leggur at kaj í Havn. Allan vetur hevur Norrøna siglt við farmi og fólki millum Havnina og Hanstholm. Nú summarsigling er byrjað, verður tað leigaða farmaskipið Claire, ið burtur av tekur sær av farminum. Siglt verður eftir somu ferðaætlan, men farið verður eitt sindur fyrr av Havnini og úr Hanstholm enn Norrøna er farin í vetur.
Leygardagin tekur Smyril Line í nýtslu nýggjan bygning í Hanstholm. Talan er um ein skrivstovu- og goymslubygning, har farmurin verður umskipaður. Bygningurin er keyptur og nú útbygdur til endamálið.