Rigmor Dam hevur varhugan av, at summi rinda lutfalsliga ov nógv í gjaldi til Kringvarpið. Og tí fer hon nú at endurskoða skipanina.
Tað greiddi hon Løgtinginum frá, nú eitt uppskot frá Fólkaflokkinum er til viðgerar um at sleppa vinnuvirkjum undan at rinda kringvarpsgjald. Eitt nú hevur tað verið ført fram, at sum er rinda hárfríðkanarstovur, handverkarar, og aðrar smærri vinnurekandi, fleiri túsund krónur í kringvarpsgjaldið - og fiskiskip á fjarleiðum skulu rinda upp á 12.000 krónur í kringvarpsgjaldi, hóast tey hvørki hoyra útvarp ella síggja sjónvarp.
Og tað halda tey í Fólkaflokkinum er botn órættvíst, tí í sjálvum sær kann ein fyritøka hvørki lurta ella síggja Kringvarpið – og øll rinda eisini kringvarpsgjald heima við hús.
Og Rigmor Dam er samd í, at tað eru summi, sum kanska rinda ov nógv í kringvarpsgjaldi. Eitt, hon hugsar um, eru smærri vinnurekandi, sum kanska lutfalsliga rinda nakað nógv í Kringvarpsgjaldi.
Hon sigur, at tí eru tey í Mentamálaráðnum nú við at leggja síðstu hond á eitt uppskot um at javna kringvarpsgjaldið út, so at vinnufyritøkur, sum lutfalsliga rinda í meira lagi nú, sleppa bíligari.
Og tey kanna eisini um tað eru onnur viðurskifti, sum eiga at verða fingin í rættlag. Eini av hesum viðurskiftum, er, at sum er rinda fyritíðarpensjónistar fult kringvarpsgjald, sum er 150 krónur um mánaðin, men kannað verður nú um tað ikki ber til at geva teimum somu sømdir sum fólkapensjónistar, ið rinda 50 krónur um mánaðin.
Hinvegin heldur hon skulu allar fyritøkur sleppa undan at rinda undan kringvarpsgjald, fara inntøkurnar hjá Kringvarpinum at minkað einar sjey ella átta milliónir krónur og Rigmor Dam saknar eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um, hvaðani Kringvarpið so skal fáa tær inntøkurnar, skulu allar vinnufyritøkur heilt sleppa undan gjaldi. Missir Kringvarpið teir pengarnar, mugu eini 15 - 20 fólk sigast úr starvi, legði hon afturat.
Jørgen Niclasen sigur, at Rigmor Dam, og onnur, hava fullkomiliga misskilt uppskotið, tí hon umrøðir bara støðuna hjá Kringvarpinum, men uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at sleppa vinnurekandi undan at rinda kringvarpsgjald, hevur einki við Kringvarpið at gera, tí talan er um eitt vinnupolitiskt tiltak, sigur hann.