-Sund er best egnað til oljuútgerðarhavn

-Hvørki løgting ella landsstýri eiga at leggja seg út í, hvar føroyska oljuútgerðarhavnin skal liggja. Tað mugu vera oljufeløgini og útgerðarfeløgini, ið avgera, hvørja havn tey halda vera best egnaða til framtíðar útgerðarhavn sigur býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen. Hann sigur samtíðis, at øll útlendsk feløg, sum teir hava verið í sambandi við, peika á Sund sum besta øki til útgerðarhavn. Íløgan liggur har, nú er at geva henni bein at ganga á.

Tórshavnar Kommuna og vinnulívið í miðsteðarøkinum ætla sær ikki at standa og hyggja at, meðan suðringar saman við danska A.P. Møller felagnum Danbor Service í Esbjerg fyrireika seg til at gera Drelnes til oljuútgerðarhavn.

Eftir tí Sosialurin skilur, so hava myndugleikar og vinnulív í miðsteðarøkinum leingi arbeitt við ætlanum at brúka Sund til útgerðarhavn umframt at troyta veitingarmøguleikarnar, sum eru bæði í Havn og á Skálafjørðinum í hesum sambandi.


Útlendingar áhuga fyri Sundi

Býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen er ikki serliga fegin um at tosa ov ítøkiliga um hetta nú, men hann viðgongur, at arbeitt verður við ymsum ætlanum.

Hann sigur tó, at tað eru útlendsk feløg, sum eru áhugað fyri at leggja útgerðarhavn á Sundi. -Allar tær ábendingar, sum vit hava fingið frá oljufeløgum og útgerðarfeløgum og teirra umboðsmonnum, sum hava vitjað í Føroyum, vísa, at miðsteðarøkið tvs. Sund, Havnin og Skálafjørðurin eru best egnað til at arbeiða út frá. Allir peika á Sund sum besta havnin til endamálið.

Herfyri vóru umboð fyri skotska felagið ASco í Føroyum. Tey høvdu fingið sum uppgávu frá oljufeløgum at hyggja eftir egnaðum plássum í Føroyum til komandi útgerðarhavn.

Uppá fyrispurning um Tórshavnar kommuna hevur havt samráðingar við hetta felagið sigur Leivur Hansen, at eitt ávíst felag hevur hugt eftir umstøðunum á Sundi men hann ynskir ikki at upplýsa, hvør tað er.

Borgarstjórin í Havn dylur ikki fyri, at hann óttast, at politikararnir skulu fara og leggja seg út í, hvar útgerðarhavnin skal liggja.

-Eg meini ikki, at hetta er nakað, sum føroyska samfelagið skal stýra. Eg ræðist, tá politikkur kemur uppí slíkt. Tað mugu vera oljufeløgini og útgerðarfeløg sum saman við møguligum partnarum í Føroyum, ið gera av, hvat plássið í Før oyum er best egnað til útgerðarhavn.

Hann vísir í hesum sambandi á orðini hjá fyrrverandi norska fiskimálaráðharranum, sum vitjaði í Føroyum herfyri. Hesin segði, at størsta mistakið norðmenn gjørdu, tá oljuvinnan tók seg upp, var at stýra útviklinginum soleiðis, at íløgur vórðu gjørdar í fleiri útgerðarhavnir úti kring landið. Hann mælti avgjørt føroyingum til at læra av norsku mistøkunum.


Ein útgerðarhavn

Eftir teimum úttalilsum, sum hava verið frá serfrøðingum, er bert brúk fyri eini útgerðarhavn í Føroyum. Veruligur tørvur verður ikki á henni fyrr enn leiting og seinni framleiðsla fer í gongd um nøkur ár.

Spurningurin er so, hvar útgerðarhavnin skal liggja og hvør skal gera tað av.

-Vit hava gjørt eina íløgu á Sundi, sum kann fáa bein at ganga á, um ein komandi útgerðarhavn verður løgd har. Og tá eitt stórt útlendskt felag hevur áhuga fyri tí, fara vit ikki at vísa tí aftur.

Hvat viðvíkur ætlanunum á hjá AP Møller á Drelnesi so kundi býráðsformaðurin hugsað sær at vita, hvussu seriøst tað er.

Vit spurdu Leiv Hansen, um tað ikki er ein politisk uppgáva at gera av, hvar ein føroysk útgerðarhavn skal liggja. Hann sigur, at vilja útlendingar gera stórar íløgur her í eina útgerðarhavn, so mugu teir eisini sleppa at gera av, hvar hetta skal gerast, tó í neyvum samstarvi við føroyingar.

Sjálvur heldur Leivur Hansen, at tað var óneyðugt at seta í oljulóggávuna, sum varð samtykt herfyri, at myndugleikarnir kunnu seta í loyvini, hvørja útgerðarhavn feløgini skulu brúka.

-Tað stendur ikki í nakrari lóg, hvar flakavirki og onnur virki skulu liggja, og tí dugi eg ikki at síggja, hví hetta skal galda fyri eina oljuútgerðarhavn.

Býráðsformaðurin í Havn ber ótta fyri, at ávísir politikarar vilja gera alt fyri politiskt at forða fyri, at nakrar vinnuíløgur verða gjørdar í miðsteðarøkinum.

Sjálvur heldur hann, at ein útgerðarhavn í miðstaðarøkinum kann fara at styrkja ætlanir at gera í fyrsta lagi helioport á Glyvursnesi og seinni minni flogvøll.

-Men eiga vit ikki politiskt at royna at varðveita og menna útjaðaraøkini og ikki bara vaksa um Havnina og miðstaðarøkið?

-Halda útgerðar- og oljufeløgini, at tað er best, at útgerðarhavnin er á Drelnesi, so er tað í lagi. Men hetta eru sum sagt ikki tey signalini vit hava fingið. Tað er heldur beint tvørturímóti. Allir, sum vit hava tosað við, peika á Sund.

Eg kenni ikki argumentini hjá AP Møller at vilja gera íløgur í eina útgerðarhavn á Drelnesi. Teir hava so ongantíð tosað við okkum.

-Kann tað ikki henda, at oljufeløgini vilja boyggja seg fyri einum politiskum ynski í Føroyum um, at útgerðarhavnin skal liggja t.d. í Suðuroynni fyri at varðveita búsetingina og arbeiðspláss har?

-Tað er møguligt. Men tað er í hvussu er ikki í samsvar við teirra ynski um at sleppa at etablera seg í miðsteðarøkinum.


Havnin ongan góðan á tingi

Býráðsformaðurin í Havn er annars vónsvikin av, at umboðini á tingi, sum umboða Havnina, gera so lítið fyri hetta økið. -Tað er ein sannroynd, at vit verða mótarbeidd av tinginum. Ein skal heilt aftur til Kjartan Mohr´sa tíð fyri at finna tingmenn, sum vildu Havnini væl.

Leivur Hansen sigur, at vinnuíløgur, sum verða gjørdar í miðsteðarøkinum hava so stórar ringvirkningar við sær, at tær koma at gagna øllum tí føroyska samfelagnum.

At skula gera íløgur úti á bygd fyri einhvønn prís bara við tí fyri eygað at fáa fólk at vera verandi har, gevur ikki ringvirkningar til samfelagið.

-Vit kunnu ikki kunstiga halda lív í útjaðaranum, men mugu til at hugsa meira samfelagsbúskaparliga.

Tá vit vísa til, at nærum allir tann almenni sektorurin er í miðsteðarøkinum svarar býráðsformaðurin:

-Tórshavnar Býráð hevur gingið á odda til tess at sannføra hinar kommunurnar um at desentralisera almennu umsitingina - við at fáa tær at skipa seg í færri men størri kommunur. Tá fær tú flutt stóran part av umsitingini á Almannastovuni og Toll- og Skatt út til nakrar kommunalar fyrisitingar og harvið skapt eitt umhvørvi fyri fólk við útbúgving, so tey kunnu støðast uttan fyri Havnina. Sum nú er koma tey bara til Havnar, tí her er umhvørvið og her eru størvini.


Sum vælegnað til útgerðarhavn. Útgerðarskip eru ikki óvanligir gestir