Sundalagið er í stevnuhýri

ÍF er manningarliga betri fyri enn seinastu ferðirnar, meðan tað eru fleiri ivamál hjá EB/Streymi

Sundalagsstevna er í vikuskiftinum, og stevnudysturin verður við Margáir seinnapartin. Fyrr í ár var lagið í EB/Streyma leguni ikki gott. Nú hava Rúni Nolsøe og hansara menn vunnið sjey stig burturúr trimum teimum seinastu umførunum. Serliga søtur var 2-1 sigurin á útivølli ímóti HB mánadagin.

-Hetta ber við sær, at tað nú eru seks stig fram til HB. Tað er ikki órealistiskt at rokna við møguleikanum at vinna hetta aftur. Fyri lagið og hugin at venja og spæla hevur hetta stóran týdning. Vit hava spælt fleiri góðar dystir á rað, og nú vóna vit, at tað fer at halda fram. Ímóti ÍF fara vit at stríðast fyri at fáa stevnuhýrin rætta vegin, sigur EB/Streyma liðformaðurin Gert Hansen.

Manningarligu fyritreytirnar hjá heimaliðnum við Margáir kundu verið betri. Arnar Dam er skaddur, og tað eru fleiri ivamál: Tað gongur illa hjá Arnbirni Hansen at sleppa av við skaðan, og Jónas þór Næs og Marni Djurhuus vóru so mikið viðtiknir eftir sigurin í Gundadali ímóti HB, at tað ikki er víst, at teir eru førir fyri at spæla ídag.

Tá ið ÍF 17. apríl vann 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, sá tað ljóst út í Fuglafirði. Síðani tá hevur ÍF spælt sjey ferðir uttan at vinna fulla úrtøku. Úrslitaliga var 4-0 tapið í Klaksvík botnurin:

-Besta amboðið at vaska vánaliga avrikið í Klaksvík burtur við er, um vit vinna í Streymnesi. Vit mugu rannsaka okkum sjálvar og taka betri partar fyri. Skal nakað spyrjast burturúr, so mugu vit arbeiða meiri og dekka betri. Áskoðararnir bakka okkum væl upp, og nú skylda vit teimum at vinna, sigur ÍF miðvallarin Karl Løkin.

Úr Fuglafirði frættist, at tað er rættiliga sannlíkt, at Jákup Mikkelsen fer at verja málið í dag. Dánjal á Lakjuni er komin fyri seg eftir skaða, Bartal Eliasen er tøkur aftur, og í dag verður Jan Ó. Ellingsgaard vongverji í vinstru.