Tað verður nógv nýtt við Margáir næsta kappingarár. Tað er greitt, at Rúni Nolsøe ikki heldur fram sum venjari, og tað er greitt, at Arnbjørn Hansen fer at flyta úr EB/Streymi og til HB. Eisini ljóðar fyri vist, at Gert Hansen fer at flyta til Víking, og at Hans Pauli Samuelsen ikki fer at halda fram í barndómsfelagnum.
Í gjár vann EB/Streymur 2-0 á heimavølli ímóti KÍ. Undan dystarbyrjan varð málverjin René Tórgarð fagnaður, tí hetta var síðsti dysturin hjá honum fyri EB/Streym, sum hann hevur verið málverji hjá síðani í 2005.
René Tórgarð, sum fyrstu árini spældi í B36, er 35 ára gamal, nú hann biður EB/Streymi farvæl. Burtursæð frá einum parti av 2009 kappingarárinum, tá ið hann var skaðadarvaður, hevur hann í tíggju ár vart EB/Streyma málið. René hevur sambært faroesoccer.com spælt 247 dystir í Effodeildini, 47 steypadystir, fimm stórsteypadystir, fimtan europeiskar dystir og tríggjar landsdystir.
EB/Streymur hevur síðstu árini vunnið nógv, og René var við til at tryggja EB/Streymi FM í 2008 og 2012, og hann var við til at vinna steypafinalurnar í 2007, 2008, 2010 og 2011.
EB/Streymur ætlar at dúva upp á spælarar, sum eru uppvaksnir í felagnum. Tveir málverjar hava staðið í skugganum av René Tórgarð. Teir eru Jákup Andrias Hansen og Símun Jóhan Wolles.