Sundalagsstevnan í Kollafirði

Sundalagsstevnan í Kollafirði byrjar hóskvøldið við stevnubingo, men umframt er stevnuskráin fjølbroytt og spennandi

Kollafjørður er karmur um sundalagsstevnuna. Mangt forvitnisligt er á skránni.

MBM framsýning verður á Royndarstøðini av amboðum og maskinum. Har er eisini framsýning av djórum og eisini verður ponyríðing. Har fara seyðahundar eisini at vísa kynstur. Tað sama fara løgregluhundar. Tivoli er og eisini er stevnuteiti á skránni. Fríggjakvøldið leikar Taxi til dansin.

Leygardagin er ymiskt á skránni. Stevnan verður sett av Jákup Suna Joensen og tá er eisini kappróður. Heðin Hansen handar steypini. Ymsar framsýningar eru eisini at fara til.

Í húsunum hjá Peri fara fólk at sita og tøta.

Kappsigling við seglum er á skránni og eisini barnakonsert og midnáttarsamkoma.

Leygarkvøldið spælir Bjørn Djurhuus Band í bygdarhúsinum og All That Rain í tjaldinum.

Sunnudagin er m.a. hondbóltur og flogbóltur og høvi verður at sigla og rógva við Dvørgamoy.

Tjaldrið og tyrla luttaka í bjargingarroynd og eisini koma ellisakfør á vitjan.

Gunnar Hansen fer at vísa styrki og høvi verður hjá áhugaðum at royna seg ímóti honum.

Í Kollafirði verður eisini ein klatriveggur, har ymisk kend úr Kollafirði fara at royna seg, eins og stevnugestir kunnu royna seg. Bygdaráðið og Tórshavnar Býráð fara at leika fótbóltsdyst og stevnan verður rundað av við dansi, har Sølvá, Ronnie og Co. leika.; tykist lítil ivi vera um, at nýggi Havnarbáturin hevur eins góðan møguleika at vinna á komandi stevnunum, sum hinir bátarnir í tøttu kappingini millum 10?mannafør hava.

jh