Fótbóltur
Fótbóltur er eitt undarligt spæl. Ferð eftir ferð vísir tað seg, at eitt lið hevur ógvuliga gott tað á einum øðrum og vinnur sigur oman á sigur, og so vendir tað brádliga. Dømini um hetta eru so mong.
Feskasta dømið úr Formula deildini eru uppgerðirnar millum NSÍ og Víking. Gyltu gullárini í Gøtu vóru gøtumenn omaná. Síðani hevur NSÍ í nógv ár verið greitt omaná í grannauppgerðunum, men nú er tað aftur snarað 180 stig. Sunnudagin var triðja uppgerðin millum leirvíkingar og gøtumenn øðru megin og teir í Runavík í ár. Í 4. umfari vann Víkingur 1-0 á heimavølli. Í 14. umfari vann Víkingur 3-1 í Runavík, eftir at heimaliðið hevði verið frammanfyri, og sunnudagin endaði Víkingur aftur omaná, eftir at NSÍ hevði verið á odda.
Harvið hava meistararnir mist níggju stig ímóti Víkingi í ár. Um tað hevði havt verið sum undanfarin ár, og NSÍ hevði fingið fult í grannauppgerðunum, so hevði NSÍ ikki havt 37, men 46 stig, og so hevði møguleikin framvegis verið fínur fyri at endurvunnið FM heitið.
Møguleikin er ikki púra burtur. Tað eru tíggju stig frá NSÍ og fram til EB/Streym, og tað eru fimtan stig eftir at spæla um.
Uppgerðirnar millum EB/Streym og ÍF eru annað dømi um, at tað ber til hjá liði, sum er væl lægri á støðutalvuni enn mótstøðuliðið, at spæla eitt orduligt puss. Í 7. umfari vann EB/Streymur tepran 3-2 heimasigur á ÍF, sum var óheppið ikki at fáa stig við sær til hús. Í 14. umfari vitjaði oddaliðið í Fuglafirði, og ta ferðina vann heimaliðið tryggan 2-0 sigur. Í gjárkvøldið vitjaði ÍF við Margáir, og aftur hesa ferðina spældu fuglfirðingar oddaliðnum eitt orduligt puss.
Fulla úrtøkan í Streymnesi í gjárkvøldið ber eftir øllum at døma við sær, at tað eisini næsta ár verður sunnudagsfótbóltur í Fuglafirði.
Higartil í ár hevur KÍ havt gott tak á B36. Í 7. umfari varð B36 sent úr Klaksvík við 2-1 tapi, og í 14. umfari vann KÍ 2-0 á heimavølli ímóti B36. Sunnudagin vann B36 1-0 á heimavølli ímóti KÍ. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað kiksaði í fyrstu royndini, sum hevur eydnast fyrr í ár, eftir at teir í Klaksvík hava skift venjara og eru farnir undir bjargingarroyndina.
Hetta var neyvan lyklauppgávan hjá nýggja venjaranum, sum hevur sagt, at talan fór at verða um seks finalur. Tann næsta verður á skránni sunnudagin, og tá er av sonnum talan um finalu. B71 legði við 1-0 heimasigri á illa sperda Skála seg upp á síðuna av klaksvíkingum. Sunnudagin hittast KÍ og B71 í Klaksvík. Fyrr í ár hevur KÍ vunnið 2-1 á heimavølli á B71, sum vann 2-0, tá ið KÍ vitjaði.
B68 sendi HB til hús við ongum. Harvið er møguleiki fyri, at HB kann enda bæði á 2. og 5. plássi. B68 er framvegis liðið, sum – í mun til tað, sum tað varð roknað við - hevur staðið seg best av øllum. Um gongdin heldur fram, so er møguleikin ikki heilt burtur fyri, at toftamenn kunnu lyfta seg upp um miðstrikuna.
23. umfar sær soleiðis út: EB/Streymur-Víkingur, Skála-B68, NSÍ-B36, HB-ÍF og KÍ-B71. Botnuppgerðin í Klaksvík kann verða eykað krydrað, um óvæntað úrslit stinga seg upp. Eitt nú, tá ið toftamenn fara at vitja illa sperda Skála. Um Víkingur fer at gera ein orduligan vørr í Streymnesi, so er spurningurin, um fyrsta FM heitið verður fingið til høldar í Sundalagnum á mikkjalsmessu, sum vit fyri nøkrum vikum síðani spáddu. Men nú fáa vit at síggja, tí fótbóltur vísir seg aftur og aftur at vera eitt undarligt spæl!