Prísmunurin at byggja eina havn nærindis verandi atløguplássinum á Eiðinum er nógv bíligari enn at byggja eina havn Yviri í Havn, sum tað verður rópt. Kanningar hjá Landsverki vísa, at uttan mun til hvar ein møgulig nýggj ferjuhavn í Svínoy verður løgd, eru fyrimunir og vansar við ávístu plássunum.
Hinvegin er prísmunurin sera stórur.
Um ferjuhavnin liggur Yviri í Havn, sum tað verður rópt, verður hon umleið tríggjar ferðir so kostnaðarmikil, sum um hon hevði ligið nærindis verandi atløguplássinum á Eiðinum.
Landsverk sigur, at í høvuðsheitum eru tað alduviðurskiftini og atkomuviðurskiftini, sum fyrimunir og vansar eru við á teimum báðum plássunum.
Har onnur havnin hevur fyrimunir, hevur hin vansar - og øvut.
Leysliga mett fer ein møgulig havn á Eiðinum at kosta millum 40 og 50 miljónir krónur. Hetta er bara ein triðingur av samlaða kostnaðinum, sum verkætlanin Yviri í Havn fer at kosta. Prísurin fyri ta byggingina liggur um 140 miljónir krónur, tá tunnil er íroknaður.
Landsverk legði úrslitið fram fyri býráðið í Klaksvík í gjár.