Gamalt er at siga, at besti fótbóltsaldurin liggur millum 25 og 30 ár. Taka vit støði í hesum mugu vit siga, at øll tey luttakandi liðini í EM-endaspælinum eru heppin við sínum meðalaldri. Svøríki hevur elsta hópin. 37 ára gamli Henke Larsson ger mun í so máta.
Meðalaldurin hjá EM-liðunum:
Svøríki: 28,8 ár
Italia: 28,8 ár
Grikkaland: 28,6 ár
Spania: 27,9 ár
Kekkia: 27,9 ár
Frakland: 27,6 ár
Holland: 27,4 ár
Rumenia: 27,4 ár
Kroatia: 27,1 ár
Eysturríki: 26,8 ár
Pólland: 26,7 ár
Týskland: 26,5 ár
Turkaland: 26,4 ár
Sveis: 26,2 ár
Portugal: 25,9 ár
Russland: 25,3 ár