Svar uppá tunils søluna í Fuglafirði

Fyri einum góðum mánaða síðani hevði eg eitt lesaraskriv í bløðunum um ætlaðu søluna av tunlunum í Fuglafirði.

 

Eg havi við vilja givið teimum, sum vóru biðin um at svara, sera langa tíð til umhugsunar. Eisini havi eg (face to face) spurt Kristinu, um tær ætlað at svara borgaranum, men undanførslan er: at ov nógv varð at gera í løtuni, tí vóru ikki stundir til at svara (bert 1 góður mánaður).

Satt at siga, so roknaði eg eisini við onkrari bíligari undanførslu.

Tíverri bleiv tað tí soleiðis, at eg verið noyddur sjálvur at svara mínum egnu spurningum.

 

Til valið profilieraði Kvinnulistin seg við, at tær skuldu syrgja fyri at betri innlit fekst í kommunalt arbeiði, og at heimasíðan varð rættað amboðið til hesa uppgávu. Lítið og einki hava vit merkt til hesið lovorð, og heimasíðan tykist liggja í “coma” - uppdateringar eru vist, í hesum høpi, ein býur í Kina.

 

Tað varð verðuliga grundin til, at eg heitti á býráðslimirnar á kvinnulistanum at svara spurningunum sum settir vóru, tær kundu tá í verki víst, at verðuleiki varð tengdur at givnum lyftum.

 

Sum nevnt varð í fyrra lesaraskrivið, so er havnalagið í Fuglafirði í høvuðsheitinum bygt á tann hátt, at sprongt er niðan í bakkan og grótið er nýtt til ífyllu, lendi sum við hesum varð skapt, við spreinging og ífylling, verður síðani leiga út og kann ikki keypast.

 

Tunlarnir eru eisini sprongdir inní lendi, og grótið er eisini í hesum føri nýtt til ífyllu. Installatiónir og annað hava tey virkir sum leiga sjálvið gjørt. Kommunan hevur bert gjørt lendi.

Kommunan hevur skapt fortreytirnar, sum aðrastaðni á havnaøkinum, og einki annað.

 

Verður gingið burtur frá prinsippinum at leiga lendi út, men í staðin selja, so er sama mannagongd val saktans eisini galdandi aðrastaðni á havnaøkinum.

 

Svar uppá spurningarnar sum settir vóru:

 

Tunlarnir við felagstunli kostaðu 26 mill. at gera.

Ætlanin hjá býráðnum er, at møguligir keyparar ikki skulu gjalda sín part av felagstunlinum.

Einki lán er í tunlunum.

Kommunan fær árliga 960.000,- kr. í leiguinntøku fyri tunlarnar

29. nov 2007 varð viðtikið at selja tunlarnar 1 – 3 og 5 fyri 4 mill. t.v.s. 1,3 mill pr. stk.

Sitandi býráð hevur einmælt viðtikið at selja hesar 3 tunlarnar fyri 4 mill.

Kommunan sigur eina av orsøkunum til at seljast skal er, at teir meta tað verða kappingaravlagandi at eiga.

 

29.nov 2007 sótu hesi í fíggjarnevndini

Fíggjarnevndin:

Sigurd Simonsen

Eyðun á Lakjuni

Elisabeth Eldevig.

 

Feløg sum eiga Bergfrost eru:

P/F Framherji

P/F Havsbrún

P/F Faroe Ship

P/F Vónin

 

Nevndin í Bergfrost:

Elisabeth Eldevig, formaður

Unnar Jónsson

Jóhanna á Bergi

Hjalmar Petersen

 

Fuglafjarðar býráð í dag:

Í samgongu:

Sigurð Simonsen

Dánjal Vang

Jan Toftegaard

Eyðun á Lakjuni

Kristina Larsen

Elisabeth Eldevig

 

Í andstøðu:

Petur Abrahamsen

Sonni á Horni

Magnus Midjord

 

 

Samanumtikið:

At sami persónur framgongur allastaðni sum lyklapersónur, má sigast vera sera óheppið, serliga táið talan er um ”dumpingsølu”.

 

Tað er eisini ein, møguleiki, at fleiri enn Elisabeth eru ógegniðir at taka avgerð í hesum málið.

NB: Tað er skjylda hjá vikomandi persónum at siga frá um so er.

 

At byggja allar tunlarnar kostaði 26 milliónir (fyri uml. 20 árum síðani).

Eitt samt býráð hevur kalkulerað at selja 3 tunlar fyri 4 milliónir ella 1,3 mill pr. stk.

 

Um so er at hesir 3 verða seldir fyri 4 mill. So eru bert 2 teir minstu eftir, sum tá ikki kunnu virðismetast meira enn 700.000,- kr. pr stk.

 

Virðismeting í sølutilgongdini verður tí í mesta lagi 6 milliónir (fyri allar tunlarnar).

Borgarin skal tá bera tær 20 milliónirnar. (Um hetta ikki er kappingaravlagandi, og ein beinleiðis stuðul til vinnuna, so veit eg ikki).

 

Men, vit eiga eisini at hava í huga, at tað eru uml. 20 ár liðin síðani tunlarnir vóru gjørdir, so tær 26 milliónirnar eiga um rætt verður atborðið, at uppskrivast til dags virðið. Hesa uppskriving eigur borgarin at leggja omaná varðisligu metingina. Um kaldur og kyniskur roknskaparháttur verður nýttur, eru tunlarnir verdir millum 30 – 40 mill. Hesar tunlar vil kommunan selja fyri 6 mill.

 

Um nakar skal skýrast ársins jólamaður, so má heiðurin falla til Fuglafjarðar kommunu.

 

NB:

At allir 9 limirnir eru farnir undir veingirnar hjá Fólkaflokkinum, og treytaleyst gevur vinnulívinum, í røttum fólkafloksanda, loyvi at neyðtaka ognirrnar hjá borgarunum, boðar ikki frá góðum.

 

Samstundis hveppur kommunan seg við at geva, verðuliga tilfeinginum, barnaskúlanum sømulig kor. Bygningurin hjá barnaskúlanum í Fuglafirði, hevur tann yvasama heiður, at verða so nógv tann vánaligasti á Føroya landi, samstundis sum kommunan ger seg til reiðar at forera kommunalar ognir fyri spottprís. Hettar má fáa aðrar borgarar at reisast úr stólinum.

 

Tað undrar meg, at eitt samt býráð, so ábyrgdarleyst umsitur borgarans ognir