Vit hava á hesum stað mangan havt hetta mál á lofti, og tí undra ákærurnar ikki okkum stórvegis. Tað, ið ein má undrast á, er, at samgongulimir siga seg vita, at landsstýrismaður hevur givið tinginum skeivar upplýsingar, og einki gera við tað. Í eitt nú Grønlandi fór ein landsstýrismaður frá í fjør, tí hann hevði givið tinginum skeivar upplýsingar. Tamilmálið í Danmark handlaði um, at Fólkatingið fekk skeivar upplýsingar. Eru tingmenn vitandi um skeivar upplýsingar, so er tað ein plikt at reisa misálit. At tað ikki hevur verið gjørt í hesum máli, var og er vónandi enn tekin um, at Løgtingið er nøgt við frágreiðing landsstýrismansins. Tá ein tinglimur nú sigur seg vita, at sannleikin ikki kom fram, so er hettar ein ákæra, ið ikki kann standa ósvarað. Hvat sigur løgmaður? Siga landsstýrismenn ikki sannleikan fyri tinginum?
EIN grundgeving hjá løgtingsliminum í farloyvi fyri, at ikki so nógv verður gjørt frá tingsins síðu viðvíkjandi ivasomum málum í landsstýrinum er, at misálit altíð merkir samgonguslit í Føroyum. Skipanin við ábyrgd landsstýrismanna riggar ikki sum hon skal. Tá so er, so hendir tað óhepna, at trupulleikar altíð verða settir upp ímóti eitt nú fullveldismálinum, sum eysturoyartingmaðurin í farloyvi so greitt sigur tað í sínum viðmerkingum. Vit hava fyrr nevnt, at tað kundi sæð út sum næstan øll onnur mál hjá Tjóðveldisflokkinum mugu víkja fyri fullveldismálinum. Fáa vit fullveldi kemur alt uppá pláss av sær sjálvum! Nú sigur ein av tingmonnunum, ið hava myndað núverandi samgongu, at mál, ið eru ?minni týdningarmikil?, verða set upp ímóti málsetninginum hjá samgonguni. Hetta kundi verið áhugavert at spurt formann Tjóðveldisfloksins og kanska eisini varaløgmann um, eisini sæð í ljósi av orðadráttinum um pensiónirnar. Er tað so, at lógin um ábyrgd landstýrismann ikki riggar og tí viðførir, at øll gerandisdagsmál verða vigaði ímóti eitt nú fullveldismálinum, vegna vandanum fyri samgongusliti, so er hettar ein trupulleiki, ið allir flokkar á tingi mugu tosa um. Tað er óheppið um allar tær góðu endamálsorðingarnar í stýriskipanarlógini bert eru tóm orð, og vit hava eitt Løgting, ið bert er ein avgreiðslustova hjá landstýrismanninum. Sum er hanga nógvir spurningar í leysari luft, ikki minst eftir seinastu atfinningarnar móti skipan okkara.