Niclas Johannesen
Frágreiðing, sum Føroya Løgting bað um at fáa í 1996 er nú klár. Tað vil siga ein ávegisfrágreiðing er tøk, tí nógv skjøl eru enn eftir at fáa innlit í.
Frágreiðingin er í tveimum ? ?Hernaðarmál og politikkur?, sum Jákup Thorsteinsson hevur skrivað, og ?Færøerne under den kolde krig?, ið Sámal Tróndur Finsson Johansen hevur skrivað.
Grópað hevur verið í skjølum bæði í USA og Danmark, ið kunnu siga nakað um hernaðarligu støðu Føroya undir kalda krígnum. Nógvir upplýsingar eru fingnir til vega.
Frágreiðingin vísir, at Føroyar, uttan at løgtingið visti av tí, á mangar hættir hevur verið mitt í einum kaldkrígsbrennidepli. Í kjalarvørrinum á hesum, er í dag greitt, at USA helt nágreiniligt eyga við, hvussu skilið var í Føroyum.
Persónslýsingar blivu gjørdar av øllum týðandi politikarum, vinnulívsmonnum og blaðmonnum og øðrum føroyingum, sum vórðu mettir at hava ávirkan á føroysku samfelagsgonguna.
Sosialurin fer at viðgera frágreiðingina í komandi bløðum.