Bylgjurnar gingu eftir øllum at døma høgt á einum dansistað sunnunáttina 21. oktober í fjør. Ein um 20 ára gomul genta var bæði kedd og ørg um, at drongur hennara hevði gjørt tað liðugt, og av somu orsøk hevði hon sæð seg illa inn á ein sambiðil, sum eftir øllum at døma var farin avstað við dreinginum.
Eftir at hava tosað við eitt av vitnunum hálvan tíma ella so, gjørdi ákærda av at fara yvir til sambiðilin fyri at finna út av, hvat gekk fyri seg. Hóast vitnið mælti henni frá at gera tað, fór hon kortini fáu fetini yvir til borðið, har sambiðilin sat saman við bróðuri sínum og nøkrum øðrum fólkum.
Hvat síðani hendi stendur eitt sindur ógreitt, tí ymsu vitnini eru ikki samd um hendingina.
Ákæruvalið vildi vera við, at ákærda skal hava sligið sambiðilin á kjálkan við einari fullari plastfløsku av sodavatni. Slagið var – sambært ákæranum og sambiðlinum umframt bróðuri hennara – so dygt, at sambiðilin var vitleys eina løtu.
Bróðurin gjørdist so sintur, at hann smekkaði ákærdu knýttan neva í andlitið. Hetta varð hann ákærdur fyri, og hóast talan var um linnandi umstøður, fekk drongurin kortini 10 daga treytað hefti fyri gerðina.
Óálítandi vitni
Verjin hjá ákærdu, Anfinn V. Hansen, vildi í sínari proseduru verða við, at høvuðsvitnið hjá ákæruvaldinum, nevniliga bróðurin, ikki var eitt álítandi vitni. Hann var eisini tann einasti, sum við vissu kundi siga, at ákærda sló við einari fullari hálvan liturs sodavatnsfløsku.
Hvørki sambiðilin, drongurin, sum stríðið stóð um ella sambiðilin kundu við vissu siga, um ein fløska var inni í myndini.
Verjin helt tað somuleiðis vera ein undarligan framferðarhátt, ikki at melda eitt mál um harðskap fyrr seinnapartin dagin eftir, tá tað stóð greitt, at bróðurin sjálvur stóð framman fyri einari líknandi ákæru.
Hann metti tí samlað, at vitnisfrágreiðingin hjá bróðrinum ikki kundi nýtast til nakað sum helst, tí vitnið var óálítandi.
Nýtt vitni
Til rættarfundin í morgun var bert eittans vinti avhoyrt. Málið hevur verið fyri fyrr, men tá tað ikki bar hesum vitninum til at møta á tí fundinum, var nýggjur fundur í morgun.
Og sigast má, at hetta nýggja vitnið veruliga sáaði iva hjá dómaranum.
Vitnið greiddi frá, at hann hevði tosað við ákærdu í umleið hálvan tíma beint undan hendingini. Hon var bæði kedd og ørg um at hava mist sjeikin, og mesta av hesi irritatiónini var vend móti sambiðlinum.
Hetta vitnið kendi tó ikki hendingina aftur í teimum frágreiðingum, sum serliga bróðurin, men eisini drongurin, sum stríðið stóð um, høvdu latið. Vitnið segði nevniliga, at ákærda als ikki sló, men bert legði hondina á kjálkan og síðani trýsti høvdið á sambiðlinum.
Sjeikurin, sum talan er um, kom loypandi til og fekk ákærdu burtur, og hendingin steðgaði eftir øllum at døma har – tó fyrst eftir, at áklærda hevði fingið nevan.
Einki prus
Í sínari proseduru segði ákærin, Finn Ougaard, at tað mátti metast sum rættiliga víst, at ákærda hevði sligið við fløsku og harvið framt harðskap. Hann mælti tí til ein treytaðan dóm upp á 14 til 20 dagar.
Ákærin viðgekk tó, at tað kundi tykjast undarligt, at eingin farvegur fanst eftir slagnum. Og júst á hesa staðfesting trýsti verjin, fyri at fáa sítt sjónarmið ígjøgnum.
Sambiðilin varð kannað av lækna, sum ongan farveg sá eftir einum slagi á kjálkan. Hvussu letur tað seg gera, at fáa eitt so hart slag í andlitið, at viðkomandi missir vitið, uttan at nakað sum helst sæst til slagið? Har var eingin ábending um, at kjálkin var hovnaður, ei heldur sást minsta spor eftir nøkrum merki, førdi Anfinn V. Hansaen fram.
Hann metti tí, at var talan um harðskap, var tað verbalur harðskapur, og tí átti ákærda at verða fríkend.
Dómarin helt, at tað var so stór óvissa í vitnisfrágreiðingunum, at tað bar ikki til at døma ákærda. Hon var tískil fríkend, og tann svartsjúkan, sum kundi havt endað við fongsulsrevsing, endaði ikki so illa kortini.