Brennievnislastingin er fyribils steðgað í ein ávísan mun í Fujairah, sum er ein stórur oljumiðdepil í Sameindu Arabisku Emiratunum, eftir eitt dronuálop og eld, siga vinnukeldur við Reuters leygardagin.
Samstundis vísa myndir úr Fujairah, at svartur roykur sæst.
Steðgurin í Fujairah kemur fleiri tímar eftir, at USA leyp á hernaðarmál á iransku oljuoynni Kharg. Oyggin hevur stóran týdning fyri oljuvinnuna í Iran.
Kollveltingarverjan í Iran hevur sagt, at amerikansk áhugamál í millum annað Sameindu Arabisku Emiratunum verða lóglig mál fyri Iran.
Ritzau/Reuters











