Svein í Prestgarði við nýggjari útgávu í Salt og Lívdini

- Útgávutiltøkini, sum verða í Salt leygarkvøldið hin 27. september og í Lívdini sunnukvøldið hin 28. september, eru ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin

 

Hetta sama vikuskifti - seinast í september fyri júst 10 árum síðan - kom fyrsta útgávan hjá Sveini á marknaðin, og hon fekk stórfingna móttøku.

 

Síðan tá hevur hann latið fleiri útgávur úr hondum, bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Á nýggjastu útgávuni er tónleikurin framleiddur í Noregi, og hann er ílatin country dám.

 

Svein í Prestgarði hevur verið sera virkin í Noregi seinnu árini, við bæði tónleiki og boðskapi.

 

- Heitið á hesi nýggju útgávuni er "Í gjár, í dag - ja alla tíð", og útgávan minnir okkum á, at hóast skiftandi umstøður á ferðini, so er Harrin, hin sami!

 

Soleiðis sigur Svein í Prestgarði, sum við sær hevur systir sína, Rakul Erlendsdóttir, og fleiri at syngja.   

 

Tónleikabólkurin er mannaður við Bernhardi Petersen á odda.

 

- Vit vóna, at hetta kann gerast til ríkar og uppbyggjandi løtur fyri øll, har høvi eisini verður at ogna sær fløgu og geyma.

 

Útgávutiltøkini, sum verða klokkan 20 - í Salt leygarkvøldið hin 27. september og í Lívdini sunnukvøldið hin 28. september - eru ókeypis.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir til útgávutiltøkini hjá Sveini í Prestgarði.