Hvørki hjá kvinnum ella monnum vóru bestu álopsspælararnir í landinum við í FM-finaluni.
Tá atkvøðurnar til gallakvøldið vórðu upptaldar, fall valið nevnliga á Gintare Butkeviciute og Svein Justinussen.
Gintare kom til VB í heyst, og hon hevur mest sum í hvørjum dysti verið drívmegin í álopsspælinum hjá Kyndli. Leingi var Kyndil eisini við bólkinum, sum elti heiðursmerki, men tær máttu at enda boyggja seg í tí stríðnum.
Hjá monnum fall valið á Svein Justinussen hjá StÍF, sum í mong ár hevur verið ein tann skotsterkasti spælarin í landinum. Tað er hann framvegis, og eingin ivi er um, at tá lið spæla móti StÍF, er fremsti spurningurin, hvussu tey forða Sveini í at skjóta ov nógv mál.