Svend Auken er tann mest royndi danski politikarin, sum í dag hevur sæti í Fólkatinginum.
Hann hevur sitið sum fólkatingsmaður í samfull 27 ár, og tað er longri, enn nakar annar av hinum 178 fólkatingsmonnunum hava sitið. Svend Auken varð valdur í Fólkatingið í 1971, og tá var hann 28 ára gamal.
Av tí at Svend Auken er hann, ið hevur sitið longst í Fólkatinginum, er tað hann sum setur tingið, hvørja ferð tað verður sett av nýggjum. Í Føroyum er tað hinvegin elsti maður á tingi, sum setur løgtingið.
? Eg plagi altíð at siga við starvsfelagarnar, at um eg verði sitandi, til eg verði 70, skal eg seta tingið 20 ferðir afturat, sigur Svend Auken skemtandi. Og hann leggur afturat, at tá er eingin ávís talutíð tillutað honum, so hann kann halda so langa røðu, sum hann vil?
Krúnprinsurin hjá Anker Jørgensen
Svend Auken er júst fyltur 55 ára gamal. Hann er samfelagsfrøðingur og undirvísti á lærda háskúlanum í Århus, áðrenn hann varð valdur í Fólkatingið.
Men síðani 1971 hevur hann ikki røkt sítt borgarliga starv, men verið í politikki burturav.
? Eg havi higartil klárað meg gjøgnum 11 fólkatingsval og havi sitið í øllum javnaðarstjórnunum síðani 1977, sigur Svend Auken.
Umframt metið, sum tann í Fólkatinginum, sum hevur sitið longst, so eigur hann eisini metið sum tann í Fólkatinginum í dag, sum hevur sitið longst sum ráðharri.
Svend Auken sat í fimm ár í stjórnum hjá Anker Jørgensen - tá sum arbeiðsmálaráðharri, og hann hevur sitið í útvið seks ár sum umhvørvisráðharri hjá Poul Nyrup Rasmussen.
Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so hevur Svend Auken enn eitt met:
Hann er tann umhvørvisráðharrin í heiminum í dag, sum hevur sitið longst í embæti.
Formaður í fimm ár
Tá Anker Jørgensen legði frá sær sum formaður í danska Javnaðarflokkinum í 1987, varð Svend Auken valdur til formann. Hann hevði kortini ikki eydnuna við sær sum formaður, tí miðflokkarnir vildu ikki í stjórn við honum sum forsætisráðharra, og tískil kláraði borgarliga minnilutastjórnin hjá Poul Schlüter seg gjøgnum valini í 1988 og 1990 við at varðveita stjórnarvaldið.
Á eykalandsfundi hjá danska Javnaðarflokkinum í 1992 stillaði næstformaðurin, Poul Nyrup Rasmussen upp ímóti Svend Auken, og hann vann sum kunnugt valið.
Tá Poul Nyrup Rasmussen í januar 1993 kundi skipa stjórin, eftir at Schlüter mátti leggja frá sær av nógv umtalaða Tamilmálinum, gav hann Svend Auken sessin um umhvørvismálaráðharri - og hevur hann røkt hetta starv síðan.
Hóast krúnprinsur hjá Anker Jørgensen, so náddi hann ikki forsætisráðharrasessin. Men hann gavst ikki - tók valið til eftirtektar, og sigur seg ongar trupulleikar hava av at skula arbeiða undir Poul Nyrup Rasmussen.
Heimsins drúgvasti umhvørvisráðharri
Tað er í dag ikki vanligt, at ráðharrar sita á somu ráðharrastovu í so nógv ár, sum Svend Auken hevur sitið í umhvørvismálaráðnum. Annað hvørt verða teir fluttir - ella vilja teir sleppa at flyta. Men Svend Auken er fegin um at vera umhvørvisráðharri.
? Um tú ætlar tær at náa úrslitum á altjóða støði sum umhvørvisráðharri, so krevur tað, at tú vinnur tær álit millum aðrar av heimsin umhvørvisráðharrum. Tað klárar tú ikki eftir einum ella tveimum árum - serliga ikki, tá tú kemur frá einum so lítlum landi, sum Danmark. Tey sambond, tú skapar tær, kann eingin annar arva frá tær. Nú eg havi sitið so leingi í hesum starvi, eri eg komin at kenna rættuliga vil til starvið eins og eg eisini er væl kendur millum starvsbrøður mínar, sigur Svend Auken.
Hann vísir eisini á, at ein umhvørvismálaráðharri úr eitt nú Onglandi, Fraklandi ella USA per definitión hevur stórt vald og stóra ávirkan.
Væl nøgdur við at vera umhvørvisráðharri
? Men vit sum koma frá teimum smáu londunum mugu líkasum arbeiða okkum fram, sigur hann.
? Eg trívist tí rættuliga væl í hesum starvi, og eg kundi ikki hugsað mær at skula skift ráðharrastovu, sigur Svend Auken.
? Men vandin er so sjálvandi, at tú støðgar upp. onkur segði mær, tá eg var útnevndur sum umhvørvisráðharri, at eg bara bleiv parkeraður - at hetta ikki var ein ráðharrastova, sum hevði nakað upp á seg. Hesum eri eg púra ósamdur í. Hetta er eitt starv, har tú hevur við menniskju og framtíðina at gera, sigur hann og leggur dent á, at umhvørvismálaráðið er ein sera víttfevnandi ráðharrastova.
? Tú skal minnast til, at vit hava við umhvørvisvernd at gera, við náttúruvernd, við skógirnar, mentannarminni, friðingar og varðveitingar av gomlum bygningum, við alla planlegging, við el-veitingina, við varandi orku, alt við Norðsjógvin, við grønlendsku undirgrundina, vit samstarva eisini við tykkum føroyingar um viðurskfiti, sum hava við undirgrundina at gera, vit hava vil alt tað globala umhvørvissamstarvið at gera o. s.fr. So tit mugu skilja, at hetta er ein stór og spennandi avbjóðing, sum mær dámar sera væl.
? Umhvørvismálaráðið er eitt stórt klaver við nógvum tangentum sigur Svend Auken.
Spurdur, um hann er ein beiskur politikari, eftir at vera frákoyrdur sum formaður - og sostætt dumpaður sum forsætisráðharrakandidatur, sigur hann, at tað er hann ikki.
? Hatta er farið, og har vendst ikki aftur. Eg havi nú eitt starv, sum eg eri væl nøgdur við, og eg haldi, at eg enn havi okkurt efitr, sum kann dugna samfelagnum.