Dehydrering og lágt blóðtrýst gjørdu, at svenski luttakarin í Eurovision, 24 ára gamla Felicia, svímaði eftir aðalroyndina í gjár. - Mynd: Lisa Leutner

Svenski Eurovision luttakarin svímaði eftir framførslu

Svenski luttakarin hevur fingið loyvi at gera broytingar eftir at hava svímað undir venjing.

Dehydrering og lágt blóðtrýst gjørdu, at svenski luttakarin í Eurovision, 24 ára gamla Felicia, svímaði eftir aðalroyndina í gjár. - Mynd: Lisa Leutner

Svenski luttakarin á Eurovision, Felicia, svímaði eftir aðalroyndina fríggjadagin undan finaluni, og lækni varð boðsendur.

Tað skrivar Aftonbladet.

– Tað kemst av dehydrering, at vera ov heit og at vera í trongum klæðum. Eitt fall í blóðtrýstinum, einfalt sagt, sigur leiðarin á svenska bólkinum, Lotta Furebäck, við fjølmiðlarnar.

Felicia fer at framføra sangin "My System" og undir framførsluni er hon í svartari masku, sum fjalir stórar partar av andlitinum.

24 ára gamla songkvinnan skuldi hitta pressuna eftir týdningarmiklu venjingina, sum dómsnevndarbólkarnir luttóku á, men her møtti pressan í staðin toymi hennara, sum segði, at hon hevði brúk fyri at hvíla seg.

Sambært delegatiónsleiðaranum hevur hon verið hjá læknum, hevur fingið vætu og er "heilt ókey" eftir umstøðunum.

Sangarinnan hevur stríðst við nakrar ræddartrupulleikar fyrr í vikuni, men tað er ikki orsøkin til, at hon svímaði.

Aftonbladet hevur spurt Lottu Furebäck, um hon var stúrin, tá Felicia svímaði, sum hon svarar, at tú sjálvandi verður eitt sindur stúrin, men hon greiðir eisini frá, at tað var sera heitt í grønarúminum.

Grønarúmið er eitt stað, har luttakarar, tónleikarar og sangskrivarar kunnu savnast og stuðla hvørjum øðrum.

Deligatiónsleiðarin sigur við Aftonbladet, at Felicia fór at kenna seg illa og svimbul, tá hon var í grønurúminum. Tá hon kom niður til hini, svímaði hon.

Felicia sigur við tíðindastovuna í einum telduposti, at hon heldur, at aðalfroynd fríggjadagin gekk væl annars.

– Men tá var so ótrúliga heitt í grønurúminum, og jú longri tíð gekk, jú meira svimjandi bleiv eg, og tá eg kom til kassan, var eg sera veik. Eg fekk nógva hjálp frá læknastarvsfólkunum á staðnum. Nú havi eg sovið væl, drukkið so nógv vatn sum gjørligt og etið. Eg eri super klár til dagin, skrivar hon til TT.

Eftir at hon svímaði hevur songkvinnan fingið loyvi at skifta klæðir eftir sína framførslu, soleiðis at hon ikki noyðist at sita í grønurúminum í tættsitandi klæðunum undir longu sendingini, skrivar svenska tíðindastovan TT.

Hon verður á pallinum í kvøld, tá vinnarin av sangkappingini verður funnin í Wien í Eysturríki.

 

/Ritzau/

 

 

 

Dehydrering og lágt blóðtrýst gjørdu, at svenski luttakarin í Eurovision, 24 ára gamla Felicia, svímaði eftir aðalroyndina í gjár. - Mynd: Lisa Leutner