Tað skriva fýra umboð fyri stjórnina í kjakgrein í Aftonbladet.
Verandi el-avgjald í Svøríki er umleið 44 oyru uttan meirvirðisgjald, svarandi til umleið 30 oyru í donskum prísum. Fráboðaða lækkingin er knappar 10 oyru.
Lækkingin er ætlað bæði at geva brúkarunum nakað av luft í fíggjarætlanina og stuðla undir grønu umleggingina.
Eisini fer danska stjórnin at lækka el-avgjaldið úr verandi 72,2 ørum til minstaskattin hjá ES á 0,8 oyru. Hetta verður tó bert galdandi í 2026 og 2027.
Donsku politikararnir grundgeva fyri lækkingini við at siga, at teir vilja geva brúkarunum fleiri pengar í hendurnar í ljósinum av hækkandi matvøruprísunum.
/Ritzau/