67 svensk umhvøvisverndarfólk vórðu tikin, tá tey í gjár royndu at taka seg inn á tey bæði kjarnorkuverkini í Forsmark og Ringhals. Sagt verður, at summi brúktu stiga fyri at sleppa inn um girðingina, meðan onnur kilptu hol á hegnið.
Eftir at hava avhoyrt øll 67 gjørdi løgreglan av at seta 34 fólk í varðhald og at skuldseta tey fyri innbrot. Hini 33 vórðu latin leys.
Talsfólk fyri tey mótmælandi siga, at endamálið við tiltakinum var at gera vart við, at sambært einari kanning hjá ES er trygdin á teimum svensku kjarnorkuverkunum ikki nóg góð.