Tá Norrøna mánamorgunin legði at bryggju í Havn, vóru millum annað hesir sviarnir við, ið hava fest sær snotiligu bátar sínar á vogn aftur úr bilinum. Snøggir eru bátarnir og mangur mundi spíla eyguni eitt sindur hesa snimmu morgunstund á bryggjuni.
Tað er Gøteborg Havfiskeriklub, ið er komin hendavegin at royna fiskieydnuna og njóta vøkru náttúruna. Talan er um einar 9 bátar, ið fara avstað aftur næsta fríggjadag.