Stórsta 2000-trupuleikan haldi eg vera, at ótal av fólki, eg annars hevði fult álit á, ikki hava hildið síni nýárslyfti. Vikurnar undan ársskiftinum trúttaðu serliga Útvarp og Sjónvarp Føroya niður í fólk, at talan var um eitt aldarskifti og eitt ártúsundaskifti. Uppruni og orsøk til hetta táputvassið er sjálvandi tann nógv umrøddi ár 2000 teldutrupulleikin, hetta at teldurnar hava torført við at skilja - ella als ikki skilja, at 00 er 01 meira enn 99.
Hetta hevði við sær ótrúligar avleiðingar. T.d. boðaðu trúarbólkar frá, at frá Nóa til Ábraham vóru 2000 ár, frá Ábrahami til Jesus vóru 2000 ár, og nú vóru altso 2000 ár liðin afturat - sostatt var heimsins undirgangur alvísur nú á ársskiftinum. Eitt feskt føroyskt dømi vóru hjúnini, sum ikki vildu keypa nýggjan bil undan jólum, tí tey vildu fyrst vita, hvat hendi. Eingin orsøk var at koyra í nýggjum bili dómadag! Spurningurin er so, hvat tey skuldu nýtt peningin til ístaðin, um nú ragnarrokið køvdi av gamlaárskvøld.
Og hetta er ikki so løgið. Útvarpsteologurin Armgarð Arge hevði á jólum sending, sum æt ?Jesus 2000 ár?. Nú er tað soleiðis, at tað altíð hevur verið eitt ivamál, nær Jesus veruliga varð føddur, men sambært matematikara í Útvarpi Føroya í nýggjársaftan, so var hann altso føddur ár 1. Altso fylti hann 1998 ár jóladag. Men so skunda onnur sær at siga, at hann var føddur ár 0, sum um hetta skuldi rættvístgjørt, at hann veruliga fylti 2000 ár hesaferð. Men varð hann føddur jóladag ár 0 ? t.v.s. viku undan okkara tíðarrokning, so fylti hann kortini einans 1999 ár hesaferð. Altso undir ongum umstøðum 2000 ár.
Orsøkin er sjálvsagt einføld. 2000 ár eru ikki liðin fyrrenn tey eru liðin ? t.v.s. næsta ársskiftið, tá vit fara inn í ár 2001. Henda øldin byrjaði í 1901, og sostatt er heldur ikki talan um nakað aldarskifti fyrrenn næsta árskiftið, tá 100 ár eru liðin síðani seinasta aldarskiftið. Kortini megnaði Hilmar Jan Hansen nýggjársaftan at kunngera, at fyrsta barn í nýggju øldini og nýggja túsundárinum longu var føtt á New Zealandi. So tað var altso ikki bara Jesuspápin, sum var fyri sína tíð! Og mín góði vinur Kári Olsen segði mínsann týsmorgunin, at hetta millienniumbarnið var sjúkt - ikki so løgið, tá tað er føtt eitt heilt ár ov tíðliga!
Men hóast teldutrupuleikar og hóttanir um heimsins undirgang, so hendi einki akkurát tann dagin. Men síðani hava mong skilafólk svikið síni enntá almennu nýárslyfti. T.d. bedýraði Elis Poulsen millum jól og nýggjár, at hann varð ikki aftur at hoyra fyrrenn í næstu øld. Hann er longu afturkomin eitt ár ov tíðliga. Dagur og Vika kom sambært Sigrún Brend ikki aftur fyrrenn í næsta ártúsundi ? men tey, ið trúðu, at vit sluppu undan neyð og elendigheit á skuggjanum í eitt ár, gjørdust vónbrotin, samstundis sum mentamálaráðharrin aftur má at hugsa um eykajáttan til Sjónvarp Føroya.
Gekkurin ? henda evindaliga plágan við alt ov smáum vinningum ? skuldi sambært vertinum ikki koma aftur fyrrenn í næstu øld. Og trætan á Toll & Skatt skuldi sambært Starvsmannafelagnum ikki loysast fyrrenn í næstu øld, so at pantifútarnir ikki sluppu til arbeiðis næsta árið, og tey, ið skylda eitt sindur av skatti, útvarps- ella sjónvarpsgjald, óttaleys kundu spenna bringuna úr sær í eitt ár afturat! Men hesi vóru eisini svikalyfti. Tíverri.
Eg var í Skálavík á nýggjárinum. Skálavíkar Kommuna og Ungmannafelagið Keldan bjóðaðu hvørjum mansbarni til døgverða. Hetta er vanligt har á leið og pláss er fyri øllum í Kelduni. Nógv varð gjørt burturúr ? maturin kom úr Havn, so fólk sluppu undan at nýta tíðina uppá matgerð. Men stóri trupulleikin var, at borgarstjórin í innbjóðingini lovaði, at veitslan skuldi haldast inn í næstu øld, og eftir midnátt skuldi dansast líka inn í næstu øld.
Hendan millenniumveitsla vardi tíbetur ikki eitt samfult ár! Og undantikið trettindahaldið har suðuri hevur verið friður í bygdini. Og borgarstjórin er fyrigivin.